Search
Close this search box.
Heej !;) Eg eri ein 16 ára gomul genta.. Eg havi nógvar vinir, men problemið er at eg eri so smæðin og sigi næstan einki í skúlanum ella millum vinirnar! Og eg mangli sikkurt sjálvsálit av respekt frá øðrum! Og eg vil virkuliga hava at tit svara mær upp á hesar spurningarnar??:);)

Góða shy girl!
Tað er ikki so stuttligt, at verða so smæðin, tá man er 16 og tá ið tú kundi hugsað tær at tora nógv meira og betri enn tú gert!
Tú skrivar sjálv, at tú heldur, at tú manglar sjálvsálit. Tað er møguliga eisini trupulleikin hjá tær? Tað er ringt at siga, ella gera okkurt, sum tú kundi hugsa tær, um tú ikki ert nóg sikkur uppá seg sjálva og haraftrat er smæðin. Men sjálvsvirðið og sjálvsálitið er nakað tú kanst arbeiða við. Tað kanst tú millum annað gera við at  hugsa um tínar góðu síður. Tað er heilt vist at tú hevur okkurt sum tú dugir væl og okkurt sum tú ert góð til. Hugsa um hesar síðurnar! Og so kanst tú eisini seta tær nøkur mál. Eitt nú kanst tú gera tað, at tú fyrireikar teg væl uppá skúlatingini til næsta skúladag í eini lærugrein sum tú dugir og dámar væl, og so vera væl við í tímanum dagin eftir. Rætta fingurin upp, og soleiðis vísa fyri tær og hinum, at tú dugir og torir!!!

Eitt sum tú eisini skal hugsa um er, at tú egentliga sjálv hevur funnið útav hvat tað er sum tú vilt hava betur, og við tað at tú skrivar inn til okkum, so vísir tú eisini, at tú vilt gera nakað við hendan trupulleikan. Tú skalt eisini hugsa um, at vit øll eru rættuliga ymisk. Nøkur av okkum eru still, kanska smæðin og onnur eru meira útatvent, tora væl, siga og gera tingini sum tey ætla sær. Tað sum umræður er eisini at finna útav hvussu ert tú, og viðurkenna, soleiðis ert tú og soleiðis hevur tú tað best.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…