Search
Close this search box.
Hey Tú & Eg Ráðgevinging, hetta er ein orgla super góður brævkassi. Eg havi nakrar spurdómar til tykkum. 1.      Nú er tað soleiðis, at eg veit, at eg eri ov kløn(vigi 41,5 og eri 1.61 høg) Eg vil fegin taka uppá, men vektin blívur við at standa í stað. Eg eti nógv, og geri ongan ítrótt. 2.      Eg skal flyta um 2 mðr til pápa mín, sum býr í Danmark, og tað er fínastaslag. Problemið er bara tað, at eg havi tað ikki gott viðvíkjandi øðrum tingum, og tann einasti persónurin, ið eg kann práta við, er mín flokslærari, ella ein annar lærari í skúlanum, men nú eru bert tær munnligu royndirnar eftir, og so summarferia, so eg havi ikki høvi at snakka við nakran av teimum, áðrenn eg fari avstað. Sannleikin er tann, at eg hevði ikki torað at farið yvir til mín flokslærara og spurt, um hon kundi tosa við meg, men onkuntíð skulu vit ein og ein út at práta. Eg veit ikki, hvat eg skal gera?..havi prátað við flokslæraran einar fýra ferðir hetta skúlaárið, men eg havi altíð sagt, at eg havi tað fínt, men tað angri eg so inniliga nú! Hvat skal eg gera? Onkuntíð havi eg hug at gera sjálvmorð, havi enntá skrivað sjálvmorðsbrøv, men eg fekk meg sjálva at skræða tey og koyra tey í skrell, tí eg vónaði, at flokslærarin fór at hava persónligar samrøður við hvønn einstakan næming áðrenn summarferiuna, men eg fór skeiv. Tá ið eg eri millum fólk, vísi eg aldri at eg eri kedd, smíli altíð osv… Men góðu tit kunnu tit hjálpa mær at fáa kontakt við mín lærara uppá onkran máta,tað hevði verið deiligt! Eg havi hugsað um at skriva til hennara, men eg veit ikki, hvat eg skal skriva…+ hon og mamma hava gott samskifti, so eg føli meg eitt sindur ósikra í, um hon fortæller mine problemer til mor, og de har aftalt ikke at sige noget til mig osv. Alt tað besta, Tjaldrið.

Góða Tjaldur!
Takk fyri brævið. Tað er deiligt at hoyra at tær dámar brævkassan. Fyri at taka uppá í vekt, kanst tú royna at eta kost, ið inniheldur heilsugott feitt, t.d. nøtur, oljur, avocado og annars vanligan mat. Tú sigur, at tú gerst ongan ítrótt. Tað er altíð gott at røra seg. Um tú íðkar ítrótt fært tú vøddar. Vøddar viga nógv og gera eisini sítt til at vektin økist. Um tú t.d. fert í gongd við styrkivenjing í eini fitness-miðstøð, kanst tú fáa vegleiðing í, hvussu tú kanst venja fyri at taka uppá í vekt. Tey hava eisini kostráð til tín.
Tú sigur, at tú skalt flyta niður til pápa tín um 2 mánaðir. Eg gangi út frá, at mamma og pápi tín ikki eru saman. Tú nevnir einki um, hvat fyri trupuleikar, ið tú hevur at stríðast við. Men tú sigur, at tú viðhvørt hevur hug at taka lívið av tær og hevur enntá skrivað sjálvmorðsbrøv. Tú hevur avgjørt tørv á at tosa við ein vaksnan um tínar trupuleikar, og tað ljóðar sum eitt sera gott hugskot at tosa við flokslæraran hjá tær. Tín flokslærari  hevur skyldu til at tosa við tann av tínum foreldrum, ið hevur foreldramyndugleikan, um hon metir, at talan eru álvarsligir trupulleikar, ið tú skalt hava hjálp til. Tíni foreldur hava ábyrgd av, at tú hevur tað gott, og tí skulu tey eisini kunnast um tínar trupulleikar, so at tey kunnu  hjálpa tær. Nú er summarferian longu byrjað. Tað, ið tú kanst gera, er at ringja ella skriva til tín flokslærara og siga, at tú hevur tørv á at tosa við hana og síðani avtala eitt tíðspunkt um at møtast. Um tú ikki hevur dirvi til at gera tað og ikki hevur onnur vaksin rundan um teg, sum tú hevur álit á, at tosa við, kanst tú altíð ringja ella kjatta við okkum her á ráðgevingini. Vit eru til taks mánadagar og hósdagar frá 14-22. Tú kanst sjálvandi eisini altíð skriva aftur til okkara. Eg vóni at tú fært dirvi at tosa við onkran. Tað er eitt stórt stig tann rætta vegin til at fáa tað betri.

Góða eydnu við øllum framyvir!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…