Search
Close this search box.
Hey … eg eri ein genta sum ætlar at spyrja um eg eri ov feittjúkk !? 
Eg eri 1,53 og vigi 56 kg. Tað er ikki fyri at vera sjálvglað men eg eri sera herabreið, sterk og havi stórar armar, havi sterk bein, eg føli meg sum eitt mannfólk. Onkutíð lyfti eg vektir o.a.
Hálsurin hjá mær er líka breiður sum høvdi, eg gangi nógv á hondunum tí tað er so skeg, eg havi kraftigan rygg og háls. Eg eri 14 ár, og eg eri líka stór sum mamma mín, og blívi ikki størri. So sum eg síggi tað, eri eg liðug við at standa í vøkstri.
- eg havi fingið menstruationina
- eg havi stór bróst
- eg havi nógv hár allastaðni
- eg havi stóra reyv og lør

Eg blívi happað í skúlanum um at eg eri matlig, eti ov nógv og so framvegis.
Eg geri nógvan ítrótt sum t.d rógvi, hondbólt, fimleik og lop.

Eri eg ov tjúkk?

Góða “Tjúkk”
Tit skriva allar um tað sama, so eg fari at svara tykkum í einum brævi. Tit ivast allar, um tit viga ov nógv. Júst hetta er eitt sindur trupult at svara uppá í einum brævkassa, tí at eg ikki veit hvussu tit í veruleikanum síggja út. Um man vigar ov nógv ella ikki, hongur jú saman við hvussu man er bygdur, og sær út annars, og kann ikki staðfestast bara út frá hvat vektin er.
So um tit veruliga vilja hava svar uppá tað, so vil eg ráða tykkum til at tosa við tykkara nærmastu, ella heilsusystrina á skúlanum.
Óansæð hvat man vigar, er tað tó týdningarmikið at eta sunt og kanska íðka onkran ítrótt. Tað er tað longu onkur av tykkum sum ger, og halt endiliga áfram við tí. Tað er gott fyri kroppin at røra seg og eisini stuttligt at verða saman við javnaldrum í ítrótttarhøpi. Eg fari at geva tykkum tey ráðini, at tit skulu royna at hugsa minni um hvussu nógv tit viga, og ístaðin royna at hava stuttligt, og hugsa um tey góðu tingini við tykkara kroppi.

Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…