Hey 17 ára gamla!
Takk fyri brævið, sum er áhugavert at lesa! Tað er týðiligt at tú hevur tað trupult og hevur tørv á hjálp, og tí er tað gott, at tú hevur sett teg í samband við ráðgevingina. Tá talan er um at rodna er oftast alt í lagi, so leingi talan eru um neutral evni, t.d. um nakað, sum ikki hevur við ein sjálvan at gera. Men tá ein tosar um seg sjálvan, kann man fáa tað so ringt við, at man reagerar fysiskt t.d. við at rodna, sveitta og kanska svíma enntá. Tú kennir tað frá at skula siga nakað í eini fjøld, t.d. at leggja fram. Alt uppmerksemið er vent ímóti tær, øll hyggja at tær, lurta eftir tær. Hóast tú hevur fyrireikað teg, so alt er perfekt, hugsar tú so nógv um, hvat kann ganga galið, at tú skjótt kanst siga ella gera okkurt skeivt. So verður tú upp aftur meira nervøs. Eg veit um ein, sum stamar og ein annan, sum rodnar, sum skuldu leggja fram og valdu at byrja við at siga sum var. Trupulleikin hvarv, tí nú var ikki neyðugt at brúka so nógva orku at royna at fjala tað.
Tað er rættiliga vanligt at rodna, serliga í tannárunum. Ein er smæðin og ósikkur og er upptikin av, hvat onnur hugsa. Við tíðini hvørvur ella minkar tað. At tað verður so umfatandi sum hjá tær er ikki vanligt. Tað ávirkar alt títt sosiala lív á ein oyðileggjandi hátt. Tú heldur teg burtur frá fólki ella nýtir rúsdrekka, fyri at tora at vera saman við fólki. Rúsdrekka ger, at ein verður minni smæðin og torir betur at gera ymiskt, sum ein vanliga ikki hevði droymt um at gera. Tær vanligu bremsurnar mangla og ein er meira opin og í samband við sínar kenslur, men ein kann skjótt fáa trupulleikar í samband við stóra rúsdrekkanýtslu.
Tað sær út sum tú ert komin í eina ónda ringrás, sum er trupul at sleppa burturúr. Tú hevur tørv á hjálp, men mást eisini gera nakað sjálv. Hugsa um, hvat tað ringasta, sum kann henda er, um tú heldur fram við at royna at fjala teg og halda teg burtur frá fólki, og um tú ert opin um tín trupulleika. Hóast alt kann støðan gerast verri við, at tú byrgir teg inni og fært størri trupulleikar í skúlanum og á arbeiðsøkinum. Tí er týdningarmikið, at tú gert nakað NÚ! Jú fyrr tú fært tær hjálp, jú betri.
Fyrst og fremst hjálpir tað at vera erlig og siga tíni familju ella kanska bara mammu tíni frá hesum. Sjálvt um hon kanska ikki skilir, hvussu nógv tað nívir teg, veit hon, at tað er ringt hjá tær at vera saman við øðrum fólki. Um hon gloymir tað, kanst tú endurtaka tað. Eisini hevði verið gott, um tú fortaldi vinkonunum tað. Tað eru nógv fólk, sum eru inneftirvend, eins og tú ert. Tað er líka rætt og vanligt at vera tað sum at vera úteftirvendur. Tey, sum eru inneftirvend, hava nógvar dygdir eisini, sum tey úteftirvendu kundu ynskt sær at havt. Tínar vinkonur dáma teg allarhelst soleiðis sum tú ert, og at tú ert eitt sindur øðrvísi enn tær. Tá tú gongur einsamøll við trupulleikanum, veksur hann bara. Tá roynir tú at fáa tamarhald á tínum kroppi, men ofta hendir tað øvugta og tú rodnar enn lættari. Við at vera opin um tín trupulleika, slappar tú meira av, tí tað ikki er neyðugt at hugsa so nógv um hann. Tá kanst tú samla teg um annað. Tað kann sýnast sum ein flovisligur trupulleiki, kanska tí at fólk ikki skilja teg, og at tú ikki heldur teg hava nakra grund til at reagera soleiðis. Tað eru ikki allir trupulleikar, ið ein skilur, og tí er tað enn meira umráðandi, at tú fært hjálp frá einum viðgera, sum t.d. einum sálarfrøðingi ella kognitivum viðgera ella TFT-viðgera, fyri bert at nevna nakrar viðgerar, ið hjálpa fólki við sosial-angist. Við ávísing frá kommunulækna kemur tú bert at gjalda ein part av kostnaðinum. Um tú skalt fáa heilt ókeypis viðgerð, kanst tú venda tær til Barnaverndarstovuna á heimasíðuni www.bvs.fo ella á tlf. 302495. Har kanst tú fortelja um tínar trupulleikar, og tey kunnu vísa tær víðari til tey, ið tey skalt tosa við.
Tað finnast nógvar bøkur um sálarfrøði, sum hava ráð um, hvussu ein sjálvur kann menna sjálvsvirði og sjálválit, men hinvegin er trupulleikin hjá tær so mikið stórur, at tú ikki skalt stríðast við tað sjálv. Saman við einum viðgera fert tú at hava møguleika at tosa um, hvussu tú hevur tað, og hvussu tú við venjingum kanst fáa broytt tínar tankar og handlingar, so at tú kanst fáa tað betri. Tú kanst fara inn á www.tabu.dk. Tað er ein góð heimasíða til ung, har tú m.a. kanst tú lesa um sosiala angist, sum upp til 10. hvørt fólk stríðist við! Her er eisini anonym brævkassa- og telefonráðgeving.
Góða eydnu! Tú ert vælkomin at venda tær til okkara aftur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin