Search
Close this search box.
Hey ! eg eri 17 ár og havi míni brekaði problemir at fáast við næstan hvønn dag sum eg eri við at blíva SVØK av ! eg vil ikki siga at eg eri sálarliga sjúk men eg skeri í meg.. tað er ikki nakað í eg geri dagliga.. men tá bara OKKURT tungt kemur á meg klárir eg tað ikki og skeri í meg.. tað er ein persónur í verðuni sum veit tað og tað er tann persónurin sum er stórsta grundin til hettar ! Fólk siga altið við meg at eg eri ein sterkur persónur, men eg sjálv haldi SLETT ikki at eg eri sterk.. tey vita nú gott nokk heldur ikki hvat eg gangi og geri.. eg havi MEIRA en ofta hugsa um at taka mítt egna lív tí at eg ikki orki at live hettar lívi meira. og tað er sjálvandi pga einum drongi.. eg toli ONKI av og kann blíva súr við hann inná tað MINSTA.. Eg havi skori meg so djúpt at eg havi arr á arminum ENN frá at eg havi skori meg fyri mánaðum síðani.. tað er soo strævið at ganga runt og goyma uppá hettar allatíð… og eg havi aftur skori meg nú ! eg vil hava hjálp sjálvandi men tað er bare ONGIN chansur fyri at eg fari til NAKRAN sum eg kenni ! eg veit ikki hvat eg skal gera.. eg eri púrast lost.. og havi ONKI kontrol yvur lívinum hjá mær longur. :'( Hann eigur meg og kontrolerar meg.. Og eg havi ONKI sjálvsvirið longur.. eg eri ALS ikki nakar sterkur persónur.. :( Men tað sum eg ikki veit.. havi eg brúk fyri profesjonellari hjálp..?! eg havi sjálvandi hugsa um at siga tað við mammu.. men at vísa henni at dóttur hennar gongur við arr og sár á arminum, vísi eg henni iki.. ogtað ferð at vera ræðuligt ataná.. so eg goymi tað.. men hettar kann ikki blíva við soleiðis tað frætt veit eg .. men eg klári heldur ikki úr hesum sjálv.. eg klári ikki at takla hettar sjálv men eg vil ikki hava at nakara skal vita hettar..?! hvad hundarnar skal eg gera..?!

Góða tú, ið kallar teg “Tómligt”
Tað sæst á brævi tínum, at tú hevur hugsað nógv um tína støðu. Og tey svarini tú sjálv kemur við í tínum brævi vísa, at tú ert ógvuliga skilagóð. Tú hevur tikið støðu – til dømis til at tú ikki vilt tosa við ein tú kennir, men samstundis dugir tú at síggja, at tú mást hava hjálp til at loysa tínar trupulleikar. At tú dugir at síggja hetta, og at tú eisini ert motiverað til at fáa hjálp, fer at gera tína leið móti einum lívi uttan sjálvskaðan lættari.
Tað sum ofta hendir hjá fólki, ið skera seg, er at hetta í byrjanini er ein máti at viðgerða sterkar og neiligar kenslur. Sum tíðin líðir, so missir ein tó tamarhaldið. Hetta er størsta orsøk til, at tað oftast er neyðugt við serkønari (professionellari) hjálp fyri at basa sjálvskaðandi atburðinum.
Tey flestu ungu fólkini vit tosa við, sum hava skorið seg sjálvan, eru ótrúliga bangin fyri, hvat foreldrini fara at siga ella gera. Blíva tey óð? Skelda tey? Verður man læstur inni? Skal man innleggjast? O.s.fr. Tey flestu foreldrini eg havi tosað við, uppføra seg heilt øðrvísi enn børnini halda. Tey gerast kanska bangin ella kløkk. Men mest av øllum vilja tey gera hvat tey kunnu, fyri at hjálpa barninum hjá sær.
Royn og spyr teg sjálvan: Hvat er tað ringasta sum kann henda, um tú sigur mammu tíni, at tú skerir teg sjálva? Tað allar allar ringasta? Spyr síðani teg sjálva: Er tað sannlíkt at hetta, sum nú er tað ringasta tú kanst finna uppá, fer at henda í veruleikanum? Um tú hugsar teg væl um, stólar tú uppá hana? Plagar hon at hjálpa tær, um tú veruliga hevur tað ringt?
Tað kann verða nógv skomm tengd at tí at skera seg. Tú skammast, og ert kanska bangin fyri, hvat mamma tín fer at halda um teg framyvir. Tað nyttar ikki at hugsa soleiðis. Ístaðin mást tú góðtaka, at tú ert dóttirin, og at hon er mamman. Tað er hennara uppgáva at hjálpa tær, soleiðis at tú fært tað gott aftur. Hetta er ein uppgáva flestu foreldur taka í álvara.
Tú hevur brúk fyri hjálp, men tú kanst ikki fáa professionella viðgerð uttan at foreldur tínimamma tí góðtaka hesa viðgerð fyrst (av tí tú ikki ert 18 ár enn).
Tú kanst eisini ringja til okkara ráðgeving á nummar 116 111. Her kanst tú tosa við ein ráðgeva, og venja teg við at siga einum øðrum persóni frá tínum trupulleika.
Vónandi kanst tú brúka okkara ráð. Góða eydnu!

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…