Hey tú, ið hevur trupult við at tosa við mammu tína!
Eg havi valt at svara báðum brøvunum við sama svari, tá eg eri vís í, at tú hevur sent okkum bæði brøvini. Eg skilji væl, at tú ynskir at tosa við mammu tína um hasi tingini, sum tú nevnir. Men tað er ikki lætt at tosa um sovorðið, bæði tí at tú ert so ung og tí tað er so privat og intimt, sjálvt um tað er felags fyri allar gentur og kvinnur. Tað følist ikki altíð nátúrligt at tosa við onnur um sovorðið. Tú nevnir ikki, hví tú ikki torir at tosa við mammu tína. Er tað, tí tú ert smæðin, ella er tað kanska ikki lætt at tosa við hana yvirhøvur? Tað eru ikki allar mammur, sum sjálvar koma til sínar døtur og byrja at tosa um t.d. mánasjúku.
Eg haldi, at tú skalt royna at tosa við hana. Vel eina løtu, tá tit eru einsamallar. Ikki, tá hon er upptikin við t.d. systkjum ella ger mat. Bíða til hon hevur tíð til tín og tá hon ikki virkar móð . Tú kanst siga tað beint út. Tú kundi byrjað við at siga t.d.: ”mamma, tað er nakað, sum eg havi brúk fyri at tosa við teg um”. Tað er ringt at siga tað fyrstu ferð, men tá tú fyrst hevur tosað við hana, so skuldi tað blivið lættari fyri hvørja ferð. Eg veit ikki, um mamma tín veit, at tú hevur fingið mánasjúkuna. Tað kann eisini vera ringt hjá henni at tosa um sovorðið. Kanska bíðar hon, til tú kemur til hana. Ella hugsar hon kanska ikki um, hvat tú manglar.
Viðvíkjandi bindum, so kanst tú t.d. siga: “vit mangla bind” ella tú kundi eisini sagt “minst til at keypa bind”, tá tú veitst, at hon fer út at keypa. Tú kanst eisini skriva tað á innkeypslistan ella skriva ein seðil á køliskápið. Viðvíkjandi undirklæðum: Um tit nakrantíð fara í býin saman, kundi tú spurt hana, t.d. tá tit ganga framvið einum handli, sum selur klæðir ella undirklæðir: “forrestin, so havi eg brúk fyri einum nýggjum bh.” Tá kann tað vera lættari at siga tað. Viðvíkjandi klænkitablettum: Man skal vera varin við klænkitablettum. Tablettir, sum man fær frá lækna, eru uppá resept og hava hjáárin. Tað, sum man kann keypa t.d. á netinum, skal man vera eyka varin við, tí hesi evni sjáldan eru kannað og man tí ikki veit, hvat tey innihalda. Í besta føri hava tey ongan virkning yvirhøvur. Tað eru aðrir mátar at tapa seg.
Um tú vilt tapa teg til konfirmatiónina, kann tað hjálpa, um tú etur teg metta av grønmeti og frukt, fiski, høsnarunga og grovum breyði. Drekk ein og ein hálvan litur av vatni um dagin. Et lítið og einki av hvítum breyði, eplum og rísi. Halt teg frá sukri t.d. góðgæti, køkum, ísi o.ø. Ver virkin, gakk túrar, renn, súkkla ella annað líknandi minst ein hálvan tíma um dagin. So kanst tú tapa teg. Um man ger hetta til ein lívsstíl, kann man halda vektini niðri og vera sunnur. Annars kanst tú tosa við heilsusystrina um bæði mánasjúku og klænkitablettir.
Góða eydnu við tí heila!
Tú & Eg Ráðgevingin