Search
Close this search box.
Hey! Eg eri ein 18 ára gamal drongur. Eg havi tað fínt við mínum lívið, góðir skúladagar, góð vinfólk o.s.v :::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::::, eg spyrji so seinni um hvørjir flokkar eg skal helst ikki stemma uppá og hann nevndi Javnaðurflokkur og Tjóveldisflokkur,. Seinni í dag tá tað amerikanska valið byrjaði spurdi eg um hvør hann helt við og hví, hann forkláraði beinavegin okkurt samband við at at Biden stuðlar LGBT og annað, tað sama segði hann um Javnaður og Tjóveldisflokkurin. Eg havi verið inni í skápinum í næstan 5 ár nú, av tí at pápi mín er so kristin. Eg eri bangin! um eg komi út til hann , hevur hann møguleikan at bara koyra meg út av tí eg eri samkyndur. Eg veit als ikki hvat eg skal gera, so nøkur rá hevði virkiligani hjálp mær

Góði tú, sum torir illa.

Vit hava strika ein part av brævinum hjá tær, fyri at tryggja at tú ert dulnevndur og fyri verja teg og tínar upplýsingar.

At vera hinskyndur, samkyndur, biseksuellur, transkyndur ella aseksuellur, sigur onki um, hvør tú ert sum menniskja.

Tú ert enn tann sami, óansæð hvønn seksualitet tú hevur. Sjálvt um pápi tín sigur, at hann ikki gongur inn fyri LGBT, so hugsi eg, at hann við tíðini fer at ásanna júst tað, at tú er tann sami, sum tú altíð hevur verið. Kanska tað fær hann at broyta áskoðan! Vit læra øll ígjøgnum lívið, vit læra nýggj ting, føla nýggjar kenslur og broyta meining. Eg sigi hetta tí at sjálvt um pápi tín vanliga tosar um, at einans menn og kvinnur kunnu giftast. Er tað ikki sikkurt at hann ikki kann broyta meining. Tá ið man er í eini støðu har man skal læra pápa sín nakað nýtt, so er gott um man vísir tol. Tú kann hugsa um alla tað tíðina tú sjálvur hevur brúkt til at arbeiði við hesum tonkum og kenslum, so skal pápi tín eisini sleppa at fáa eitt sindur av tíð til at læra nakað nýtt.

Vit tosa við nógv ung, sum eru í somu støðu sum tú.
Ung, sum hava foreldur sum dagliga tosa niðrandi um LGBT persónar. Hetta er ein sera ring støða, hjá teirra børnum, sum eru samkynd. Vit merkja, at hetta viðførir, at tey ungu fara at dylja tann, tey í veruleikanum eru. Hetta hevur sjálvdan nakað gott við sær. Fyrr ella seinni kennist tað, sum um man livir eina lygn. Tað kann elva til nógva pínu og ótrivna, um man má dylja ein so týdningarmiklan part av sær sjálvum.

Men foreldur tíni – og onnur, skulu fara væl við tær, óansæð hvønn seksualitet, tú hevur. Vit hava eisini lógir í Føroyum, sum verja rættindi hjá samkyndum. Øll hava rætt til at definera sín kynsligan samleika, og tað er ikki loyvt at diskriminera samkynd.

Eg vil ráða tær til, at tosa við onkran, sum tú hevur álit á. Til dømis ein góðan vin ella onkran annan enn pápa tín. Hevði tað borið til at tosa við mammu tína fyrst? Ella kanska onkra mostur ella abba? Tað verur kanska lættari, um tú hevur onkran í familjuni, sum tú veitst, fer at stuðlar tær, áðrenn tú fert at tosa við pápa tín. Kanska hesin persónurin kann, saman við tær, tosa við pápa tín?

Nógv dømir eru um, hvussu ovfarin summi ung eru blivin av, hvussu lætt foreldrini tóku tað. Ung, sum annars vóru vís í, at foreldirni fóru at vera dømandi ella avvísandi. Foreldur merkja ofta, at tann ungi hevur okkurt sum hann/hon stríðist við. Tá verða foreldrini ofta glað fyri, at tann ungi kemur til teirra at siga frá.

Hetta kanst tú hugsa um, nú tú stríðist við, um tú skal fortelja tað, ella ikki. Tú kann t.d. fortelja teimum, at tú hevur funnið útav nøkrum, sum tú ikki kanst stýra sjálvur, og tú er noyddur at fortelja teimum um tað, sjálvt um tú ert bangin fyri teirra reaktión. Fortel teimum, at tú velur erligheit framum alt annað – tí at tú ynskir, at tey skulu vita hvør tú ert, og at tú hevur brúk fyri teirra stuðli. Um tú sigur tað soleiðis, so vóni eg, at foreldrini møta tær við kærleika.

Vit vilja eisini ráa tær til at tosa við onnur, sum eru í somu støðu sum tú. Tú kanst skriva ella ringja til LGBT.fo. Tey vilja fegin hjálpa tær, tú kanst skriva til tey á lgbt@lgbt.fo. Tey hava nógvar royndir, at hjálpa fólki, sum eru í somu støðu sum tú. Tað, sum tit tosa um, er í trúnaði, so tað er trygt hjá tær at venda tær til teirra. Har kanst tú eisini fáa samband við onkran, við somu upplivingum sum tú, sum kann hjálpa tær.

Tú kann lesa meira um LGBT á teirra heimasíðu og Facebook.

Vit ynskja tær alt tað besta og vit vóna, at hetta svarið hjálpti tær. Tú er vælkomin at skriva eitt nýtt bræv til okkara, um tú vilt tosa meira. Tú er eisini vælkomin at ringja til okkara á tlf. 116 111. Tað er ókeypis at ringja, og tú ert dulnevndur, og alt sum vit tosa um er loyniligt. Telefonin er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 09-15 ella hvørt kvøld – eisini í vikuskiftum – frá kl. 20-22.00

Kærar heilsanir

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…