Hey. Eg havi nú leingi verði kedd yvir at vera fødd genta, og eg brúki ein bindara tí at eg havi stór bróst… Hvussu kann eg siga við familju mína at eg eri trans? Tað hastar eitt sindur…  

Hey og takk fyri brævið!
Tað má vera trupult at ganga við slíkum kenslum og tankum í einum so ungum aldri. Tú hevur fingið stór bróst og følir teg illa í tínum kroppi, og ynskir innast inni, at tú vart ein drongur. Tú kanst tosa við heilsufrøðingi í tínum skúla, so at hon kann greiða tær frá, hvat hendir við tær nú, bæði kropsliga og kensluliga, nú tú ert komin í pupertetin. Um tú vilt vera anonym, kanst tú fara inn á www.gigni.fo har tú kanst senda heilsufrøðingi teldubræv uttan at siga, hvør tú ert. Tú kanst eisini fara inn á www.lgbt.fo, har tú kanst koma í samband við ráðgevar, ið tú kanst tosa við um, hvussu tú hevur tað. Eg haldi, at tú skalt fyrst tosa við hesar ráðgevar, so at tú kanst fáa hjálp til at fáa tað betri við tær sjálvari og hvussu tú kanst tosa við tíni foreldur um, hvussu tú hevur tað.

Blíðar heilsur Tú & Eg Ráðgevingin  

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg