Search
Close this search box.
Hey tit! Eg havi ein stóran trupulleika, vinkona mín stjelur frá mær og mínum vinkonum. Hon hevur akkurát stolið yvur 100 krónur frá mínari vinkonu. Hon baktalar eisini, eg klári tað ikki longur. Og síðst, men ikki minst, lýgur hon eisini av H… til. Tað nyttar einki at snakka við hana um tað, tí hon brúkar umiskilningar allatíðina. Eg og vinkonur mínar royna at hjálpa henni, men hon skítur á okkum og baktalar víðari. Er hon ein røtt vinkona? Um ikki, hvussu skulu vit so forklára henni at vit ikki tíma meir? Tá man ikki kann tosa við hana um trupuleikanir, royna vit at skriva við henni á Arto. Men hon blívur súr og “blokerar” okkum. Hvat skulu vit tríggjar veruliga gera?

Halló ” Tríggjar forvirraðar gentur ” !
Tað er veruliga flott av tykkum trimum, at tit hava roynt at tosa, skriva og at hjálpt henni, sjálvt um hon hevur ein slíkan atburð ímóti tykkum. Nú hava tit fingið nóg mikið og spyrja, hvat tit skulu gera.
Hevur hon stolið og baktalað líka leingi, ið tit hava kent hana? Ella er tað nakað, ið hon er byrjað uppá í síðstuni? Tí møguliga hevur vinkona tykkara trupulleikar at berjast við. Um so er, at hon hevur onkrar trupulleikar at dragast við, og um hon ikki vil tosa við tykkum, so kundu tit biðið hana farið at tosa við heilsusystrina í skúlanum. Tað er sera at trupult at vera einsamøll við trupulleikum.
Tað sum tit kunnu gera, er at lata hana fáa frið í eina tíð, uttan tó at ignorera hana og vera keðiligar móti henni! Um hon vil sleppa við tykkum, so eru tað við teimun treytum, at hon ikki stjelur, lýgur um tykkum osfr. Sigið við hana, at tit eru keddar um tað sum hon gongur og ger og at tit ikki finna tykkum í at hon ger tað ímóti tykkum. So kann tað vera at hon fer at greiða tykkum frá, hví hon ger hesi tingini sum tit hava greitt frá. Tit kunnu eisini spyrja hana beinleiðis, um hon hevur onkrar trupulleikar, ella um hon hevur tað gott. Roynið hetta og vita um tað riggar.
Tit spyrja um hon er ein røtt vinkona. Ein góð vinkona, tað er til dømis ein, ið tú hevur tað gott saman við, sum tú kennur teg trygga við, sum hjálpir og stuðlar, ein, ið bakkar teg upp og sum tú kanst líta á. Ein vinkona er eisini nógv annað. Men ein góð vinkona er ikki ein, ið stjelur frá tær, lýgur fyri tær og sum baktalar teg. Tó, tað kann vera ein vinkona í neyð, ið hevur slíkan atburð, so vinkona tykkara hevur møguliga brúk fyri tykkum nú!

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…