Hey tú 🙂
Takk fyri brævið.
Tað er ikki altíð líka lætt, tá ið ein er forelskaður. Man kann skjótt ivast – ivast um seg sjálvan og tann sum man er forelskaður í.
Tað er flott at tú tosar um tínar kenslur og spyr spurningar, tá ið tú ivast.
Tú skrivar, at hann sigur við teg, at hann hevur okkurt fyri tær, og at hann sendur tær hjarta emojis. Men tú skrivar eisini at hann kann hava eitt hart orðalag viðhvørt, og at tú følir teg ljóta og ótrygga saman við honum. Eg hugsi hvat hann tá sigur við teg?
Vit kunnu vísa kærleika og kenslur á ymsan hátt. Summi eru meira følin og varin, meðan onnur eru meira beint fram. Tað kann gott vera torført at vita, tá ið tað eru kenslur og ymisk signal uppá spæl.
Vit vilja fegin fortelja tær. Tá ið man er í tínum aldri eru tað nógv sum føla seg minni vakran og ótryggan við ymiskt. Hetta kemst av, at vit broytast so nógv tá ið vit eru tannáringar. Kanska kann tað hjálpa tær, at hugsa, at hann kanska eisini er ósikkur um seg sjálvan, Eins og mong onnur í tíykkara aldri. Hetta ger ikki tínar trupulleikar minni, men kanska tað kann hjálpa tær at hugsa um tað soleiðis?
Vit vóna at tú kundi brúka svari frá okkum.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin