Search
Close this search box.
Hey eg haldi eg havi ein trupulleika við einum drongi, eri ikki ordiliga sikkur. Men ja, alt byrjaði á ein festival, har vit vóru saman, ella ja, vit mussaðust bara, men eg fekk ta fornemmilsi yvir at hann var tann rætti. Tað gekk so ein tíð, har vit vóru væl, men so droppaði hann meg framm um eina aðra. Eg kom meg aldrin ordiliga yvir hann, og tá ið kanska 3 mánaðir vóru farnir, kom hann aftur og vildi hava meg, eg var jú forelska og segði ja til at geva honum ein kjans. Vit hava enn ikki verið so nógv saman, men eg royni at spyrja hann inn í millum um hann tímur at gera nakað. Hann er serliga nógv til skips, so tá hann er í Føroyum aftur, vil eg bara vera saman við honum. Hvat skal eg gera við hettar? tað kann næstan sigast, at eg hati hann so nógv at eg hati hann :.. Eitt annað problem, eg eri við at detta burtur frá mínum vinkonum, eg hugsi so nógv um drongin, eg havi virkuliga eitt fornemmilsi yvir at hann er tann rætti, eg veit ikki hví.. ofta liggji eg og gráti heima, tí eg síggji hann so sjálvdan, tað pínur meg virkuliga.. kunnu tit ikki pliiz geva mær nøkur ráð?:.. Hey hey!  

Takk fyri brævið! Keðiligt, at tú ikki hevur skrivað, hvussu gomul tú ert. Tó vil eg royna at svara tær so gott sum eg kann. Tú greiðir frá einum fløkjasligum parlagi við fløkjasligum kenslum, sum viðhvørt eru heitar og so viðhvørt so illar, at tú hatar hann. Tú greiðir frá trupulleikum, sum tú ivast í, um tað eru trupulleikar. Tá tað fyllir so nógv hjá tær, og tú grætur um næturnar, kanst tú róliga kalla tað trupulleikar. Men talan er um trupulleikar, ið tú væl kanst vinna á og læra nakað av. Sum eg lesi brævið, virkar tað sum um at tú ikki megnar at gera so nógv sjálv, uttan at hugsa og hugsa. Kanska skalt tú royna at gera eitt sindur meira fyri at finna út av, um tú heldur tykkara parlag vera soleiðis, sum tú ynskir tað. Hvat tú kanst gera fyri at broyta støðuna, og hvussu tú kanst brúka minni tíð at hugsa og gráta um støðuna. Støðan broytist bara við at tú sjálv gerst meira aktiv og møguliga setur nøkur greið krøv og ynskir fram, sum hann skilir.   Ì mun til tínar vinkonur, dettur tú ikki bara burtur frá teimum. Tað er eisini nakað, ið tú skalt arbeiða við, sum er tín ábyrgd. Tá tú fært meira greiðu á tínum kenslum mótvegis dronginum, blívur tú eisini nøgdari og samstundis glaðari, og tað fara tínar vinkonur at leggja merki til. Tað kann vera, at vinkonurnar hjá tær kunnu hjálpa tær at fáa greiðu á, hvat tú vilt og ikki. Tað er altíð gott at deila tankarnar við onnur, ið ein kennir seg væl saman við. Tú kanst altíð venda tær til okkara umvegis kjatt ella telefon, um tú vilt hava eitt prát við okkum um, hvat tú heilt ítøkiliga kanst gera fyri at broyta støðuna, ið tú ert komin í.

Vit vilja fegin hjálpa tær!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…