Eg skilji væl, at tú ert forvirrað.Tað at ganga saman við tveimum í senn er ikki heilt einfalt. Ein av teimum vil altíð føla seg uttanfyri, og tað kann verða kensluliga slítandi fyri allar partar.
Tað er onki galið við tær, tú ert bisexuel og hevur tørv á at royna tíni mørk. Tú mást bara ikki lata tað ganga út yvir onnur, ið kanska hava aðrar hugsanir um tað at ganga saman. Tit mugu ansa eftir ikki at særa hvønn annan, og tí mugu tit tosa saman um hvørjar treytirnar eru fyri tykkara parlag. Er tað bara ein kynslig uppliving, ella eru aðrar kenslur millum tykkum? Eru tit trý saman um nakað annað, ella eru tit annars par í hvør sínum lag? Hava tit tosað um framtíðina? Hava tit verið vinfólk leingi?
Hetta eru nógvir spurningar, ið vit seta tær. Men royn at hugsa um teir, og royn at vera so erlig sum gjørligt mótvegis tær sjálvari. Á henda hátt finnur tú vónandi útav, hvussu tú heldur áfram, og tú finnur møguliga svar uppá teir trupulleikar, ið tú gongur og grunar yvur.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin