Search
Close this search box.
Nú má eg bert siga mína erligu meining: Eg haldi at tad er SERA vánaligt at tit ikki svara aftur tá mann skrivar til tykkum ! Eg havi skriva 4 brøv hesar seinastu 3 mánarnar og ikki fingið svar uppá nakað… Tað virkar sum um at tit meta nøkur problemir hægri enn onnur, og TAD ER IKKI RÆTT !! Øll eru líka nógv verd, og øll skula behandlast líka !!!

Hopi at ti tit gera okkurt við hetta !

Hey ‘Tú og eg’,
Takk fyri brævið. Síðan Tú & Eg Ráðgevingin lat upp 1. februar, t.v.s. fyri uml. 2½viku síðani, hevur brævkassin fingið sera nógv brøv. Vit eru glað fyri at nógv nýta brævkassan, og gera okkara besta til at hjálpa teimum sum skriva inn. Vit royna eisini at svara so skjótt sum til ber!! Men av tí at nógv skriva til brævkassan, tekur tað viðhvørt eitt sindur av tíð, áðrenn man fær svar. Viðhvørt tekur tað nakrar dagar, viðhvørt eina viku, og viðhvørt upp til tvær vikur – alt eftir hvussu nógv er at gera. Vit kunnu leggja aftrat, at brøvini verða ikki raðfest eftir hvat tey snúgva seg um, ella hvat trupulleikin er. Vit eru nemliga samd við tær í, at allir trupulleikar eru umráðandi. Tískil vera brøvini svaraði í tí raðfylgju tey koma inn. Men av tí at fleiri ráðgevar arbeiða í ráðgevingini, og av tí at summir nýta longri tíð um at svara einum brævi enn onnur, kann tað koma fyri, at raðfylgjan ikki altíð verður hildin 100%.
Vit vóna at tú hevur tol, og at tú fert at skriva til brævkassan aftur, um tú hevur tørv á tí!

Blíðar heilsur,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…