Øll kunnu av og á hava tvangstankar ella hugskot. Eitt nú hyggja einaferð aftrat um hurðin er stongd, ella tá ið ein sangur er “fastur” í høvdinum og man hugsar um hann alla tíðina. Hetta kemur ofta fyri hjá mongum, og kallast tvangssyndrom.
Men um tú ert sera upptikin av tingum tú mást gera alla tíðina, um tað krevur nógva av tínari tíð og at tú ikki kemur í skúla ella til arbeiðis, so kann talan verða um tvangssyndrom. Tann sum hevur hetta hevur ofta báði tvangstankar og tvangshandlingar, men oftast er hetta bara tankar.
Tvangstankar kunnu verða tankar, fantasi’ir og innari myndir sum koma hóast tú ikki ynskir hetta. Hesi kunnu følast óbehagilig, gera ein bangnan ella bara irreterandi. Tankanir byrja oftani við “hvat um” ella “hugsa um eg blívi sjúkur”
Tvangstankar kunnu eisini føra til at ein má gera ymisk ting fyri at forða fyri at ein gert bangin. Hetta kallast tvangshandlingar.
Tvangshandlingar kunnu eitt nú verða, at ein má gera nøkur ting umaftur og umaftur, siga nøkur orð, vaska hendur ofta tí ein er bangin um okkurt skitið ella bakteriur.
Hvussu nógv tíð tvangstankar og tvangshandlingar taka er sera ymiskt frá persóni til persón. Ein kann hava hesa kensluna meira í ávísum tíðarbilum.
Hvat kann ein gera við slíkt?
Tað er týdningarmikið og gott at skilja at órógvandi tankar, kenslur og gerðir eru ein trupulleiki. Eisini tað, at hetta hevur eitt navn, og at tað finnast mong sum hava henda trupulleikan.
Tað er gott um tú hevur onkran at tosa við hetta um. Onkran at tosa við um tankar og kenslur. Tað er eisini gott at læra seg eitt sindur um tvangssyndrom. Eitt gott hugskot er at tosa við skúlasjúkrasystrina um hetta, so kann hon beina til til lækna, ella vísa tær á bøkur ella faldarar har tú kanst kunna teg meira um hetta.
Av og á kann tað hjálpa at slappa av og venja tað ið verður kalla Mindfulness.
Tað er eisini gott at flyta seg, at íðka onkran ítrótt. Venjing kann minka um slíkar tankar og hjálpa tær at standa ímóti slíkun tvangstonkum.
Nú sigur tú greitt, at tú hevur OCD, og hetta fær meg til at trúgva, at tú hevur verið hjá lækna ella sálarfrøðingi.
Um tvangshandlingar forða tær at hava ein góðan gerandisdag, eigur tú at tosa við kommunulæknan hjá tær, ella skúlasjúkrasystrina.
Vinaliga
Tù & Eg Ráðgevingin