Search
Close this search box.
Hey Eg havi ein trupuleika, eg havi verið væl við ein drong, vit vóru væl í uml ein mánaða, og so segði hann at hann dámdi eina aðra. Tað var keðiligt, og eg græt nógv! Eri ikki komin yvir hann enn, og tað er uml 2-3 mánaðir sídani nú. Og nú er hann so væl við eina aðra aftur! Nú eru vit so vinir, sjálvt um eg gjarna vil vera meira enn tað.. Hann virkaði so glaður, tá ið hann segði, at hann var væl við eina aðra. Eg vil bara gjarna vita, um tit kunnu koma við onkrun ‘forslag’ fyri um, hvussu eg skal koma yvir hann? ii; Uppá forhond, takk fyri'<3!

Góða tú, ið ert ólukkuliga forelskað!
Nú er ein tíð farin, síðan tú vart væl við drongin, sum tú síðan misti, tí honum dámdi betri eina aðra enn teg. Síðan er tað hent, at hann aftur hevur givið hesi somu gentu, sum honum dámdi betri enn teg, tey somu boðini, sum hann gav tær. So nú standa tit tvær í somu støðu, at hann er farin til eina triðju gentu, sum hann kanska fer frá um stutta tíð. Tá verða tit kanska 3 gentur, ið syrgja sama drong. Tað kunnu vera nógvar grundir til at hann endurtekur seg sjálvan soleiðis, og eg vænti, at jú longri tú kennir hann og hansara vanar og óvanar, jú lættari fert tú at hava við at sleppa honum. Tú kanst royna at ímynda tær, hvuss tað hevði verið at fingið hann aftur sum sjeik, og um tú hevði kent teg trygga og um tú hevði havt álit á honum. Um tú hevði kunnað hugsað um framtíðina saman við honum. Tað gevur onga meining bara at fáa ein drong aftur. Kanska hasir tankarnir kunnu hjálpa tær.

Góða eydnu!
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…