Search
Close this search box.
Eg eri ein drongur, sum ikki kann fáa sína forhúð uppum sítt penishøvd, og eg tori ikki at ringja til læknan tí eg tori ikki at tosa við lækna. Hvat skal eg gera?

Tá ein er 15 ár er hettar ein nokk so vanligur trupulleiki, at forhúðin ikki kann skumpast uppum penishøvdið.  Kynsgøgnini eru vaksin nógv.
Tú kanst royna at mýkja forhúðina við at koyra vaselin ella húðkrem innundir og so køla liminpenis i køldum vatni, hettar minkar um støddina, so tað verður betur pláss, og so varisliga førka forhúðina uppum penishøvdið og útaftur nakrar ferðir.  Tað er umráðandi at tú endar við , at forhúðin er heilt úti, so høvdið ikki verður kleimt.
Riggar hettar, so ger tað aftur dagliga i nakrar dagar.  Forhúðin er elastisk og letur seg tamba. Tað er ongin ólukka,  um ein lítil riva skuldi komið, tað lekist væl aftur.
Um hettar ikki ber til, so kanst tú á Apotekinum keypa lokaldoyvandi salvu til rivur uttan resept,  verður t.d. brúkt til hæmorrhoidur ella rivur um endatarmin.  Hesa salvuna brúkar tú á sama hátt sum omanfyri skrivað, og nú ber til at skumpa og hála meira uttan at fáa so ilt.
Lukkast hettar hjá tær skal tú eisini øva teg í samband við erektion,  altso tá penis er stívur, tá er jú neyðugt at forhúðin glíður uppum.
Gott reinføri krevur eisini, at tú kanst førka forhúðina uppum og vaska tær inni undir.
Ber alt hettar ikki til, verður tú noyddur at fáa professionella hjálp, t.v.siga at fara til læknan.
Tosa við tíni foreldur, kanska er lættast at tosa við pápan, hann var sum tú einaferð,  so kunnu tit báðir fara til læknan.  Minst til at fyri læknan er tað heilt vanligt at kanna tað “intima” , eisini um tú hevur ein kvinnuligan lækna.
Hetta fer at laga seg, og takk fyri spurningin, aðrir dreingir fara at lesa hettar eisini.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…