Spurnarkassin: Genta, 13 ár spyr
Ung genta
Spurningur:
Hvat skal eg gera um onkur ger seg inná meg?
Svar:
Hey ‘ung genta’!
Takk fyri títt bræv. Tað er sera gott at tú skrivar til brævkassan um hetta evnið.
Tú skrivar ikki hvat slag av ágangi tú meinar við – um onkur ger seg inná teg kynsliga, við harðskapi, ella uppá aðrar mátar. Men um talan er um harðskap ella kynsligan ágang, so skalt tú minnast til, at eingin hevur loyvi til at gera seg inná teg á henda hátt!!! Óansæð hvussu onkur ger seg inná teg, so er hetta sera álvarsamt, og eigur ikki at fara fram. Tú mást ikki góðtaka at nakar ger seg inná teg. Um tú á nakran hátt fært, so kundi tú roynt at sagt við tann sum ger seg inná teg, at tú ikki finnir teg í tí, og at tað er ólógligt.
Tað kann vera ringt at fortelja einum vaksnum um at ein upplivir at onkur ger seg inná ein. Kanska skammast man um tað, og torir tí ikki at fortelja nøkrum tað. Men minst til, at tað er ikki tín skyld, um onkur ger seg inná teg. Tað er ongantíð eins egna skyld, tí ágangur eigur ongantíð at fara fram. Fyri at fáa hesum steðgað, er tað kanska neyðugt at tú fær onkran vaksnan at hjálpa tær. Tí vil eg mæla tær til at hugsa um, hvønn tú hevur álit á, og tosa við viðkomandi um tað sum fer fram.
Tú kanst eisini ringja til Tú & Eg Ráðgevingina, har tú kanst fortelja einum ráðgeva eitt sindur meira um tína støðu, og hvat slag av ágangi talan er um, soleiðis at ráðgevin betri fær hjálpt tær víðari úr hesi støðu.
Alt tað besta,
Tú & Eg Ráðgevingin