Search
Close this search box.
Hey hey. Stóra takk fyri brævkassan, hopi tit fara at hava hann altíð? Annars…eg havi ein trupulleika og eg haldi at eg mangli kærleika frá vinum ella familju. Tá eg síggi onkran hava onkran sjeik, blívi eg mega sjalu ella so blívi kedd, og klári ikki síggja onnur vísa kærleika fyri hvørjum øðrum. Eg havi brúk fyri uppmerksomheit, ikki fyri at vera sjálvglað ella nakað, men tað hava øll altso brúk fyri, ikki sannheit? Einasta eg fái frá øðrum, eru onkur negativ ting, osv. Hvat kann eg gera við hetta? Hopi tit skiltu eitt sindur av hesum. Hopi tit svara skjótt.

Hey!
Sum tú sjálv sigur, hava øll hava brúk fyri at merkja kærleika og fáa uppmerksomheit frá øðrum, og tað merkir ikki, at tú ert sjálvglað ella nakað annað. Tað er ein tørvur, sum vit øll hava, meir ella minni. Men ert tú vís í, at ongin er, sum vísir tær kærleika, er nakað fyri teg ella ger nakað fyri teg? Tað kann onkuntíð vera soleiðis, at ein ofta følir sjálvur, at tað er eingin, sum er góður við ein, men um tú setur seg niður og hugsar teg væl um, so kann tað vera, at tað rennur tær í huga, at tað eru fleiri rundan um teg, sum eru góð við teg og geva tær uppmerksomheit og kærleika. Royn at hugsa um tað!   Nógv av teimum vaksnu foreldrunum hava so nógv at gera, hava langar arbeiðsdagar, langan veg at koyra og tílíkt, sum so aftur ger, at tey ikki hava so nógv yvirskot í gerandisdegnum. Nógv gremja seg eisini um, at tey eru so troytt og at tíðin strekkir ikki til. Fyri børnini kann hetta merkja, at foreldrini ikki hava so nógva tíð saman við teimum, men hetta merkir ikki, at tey ikki eru góð við síni børn, tí tað eru tey. Eg veit ikki um hetta er nakað sum tú kennir til í tíni familju?    Um tú kennir til tað og tað nívur teg, so er eitt at gera og tað er at seta orð á hetta. Sig við tíni foreldur, at tú saknar at vera saman við teimum, saknar at hugna tær saman við teimum, ella hvat tað nú er, sum tú hugsar og følir. Fáið tykkum eitt prát saman um, hvussu tit kunnu brúka fríløturnar til okkurt serligt, har tit øll í familjuni kunnu gera okkurt saman og fáa nakrar góðar løtur saman!   Eg hugsi eisini, at tú kanst byrja við at gera okkurt sjálv, fyri at fáa eitt gott samband við tey, sum tú kemur saman við. Hugsa um tú ert positiv sjálv? Tú kanst eisini hugsa um tann mátan, sum tú ert tá tú ert saman við øðrum. Hvussu tosar tú um fólk og hvussu tosar tú við tey fólkini, sum tú kemur saman við. Hevur tú sjálv ein positivan hugburð og eitt positivt sinnalag, so er lættari at koma í samband við fólk og fáa eitt positivt samband við tey.   Eg vóni, at okkurt av hesum kann hjálpa tær, annars so mást tú bara skriva til okkum aftur.

Alt tað besta Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…