Search
Close this search box.
Hey! Sum rættiliga lítil bleiv eg misbrúkt av beiggja mínum, og tá eg bleiv eldri, hendi tað aftur at eg bleiv misbrúkt bara av einum øðrum manni. Eg havi havt øguliga svert við at koma víðari úr mínum trupuleikum. Tað heila byrjaði tá eg var 4 ár og steðgaði ikki fyrr enn eg var 14 ár. Eg byrjaði at skera í meg sjálva, tapti meg sjúkliga nógv og havi roynt at gjørt sjálvmorð 3 ferð, einaferð við at skera meg, einaferð við sterkum pínutablettum og síðstu ferð við at takað massar av stoffum. Antin hevur guð ikki vilja at eg skal doyggja ella havi eg bara eina fantastiska venindu sum følir tá eg havi tað ringt og at eg ætli at gera okkurt býtt.. Eg havi fortalt mammu og pápa mínum um mínir trupuleikar. Eg flutti av landinum í eina tíð og royndi at arbeiða við teimum, men beiggi mín flutti til sama stað. Nú búgvi eg hjá pápa mínum aftur og beiggi mín býr so eisini her aftur nú! Eg havi ótrúliga svert við at stóla uppá hann, gráti ofta og eri simpulthen komin so langt niður at eg veit ikki hvat, hvønn ella hvussu eg skal gera fara til ella nakað.. Eg gekk til sálarfrøðing tað einu tíðuna, men fekk meg ikki til at stóla uppá hana av einari orsøk.   Mamma mín og pápi mín blivu skild tá eg var 13 ára gomul og bleyv so aftur depri av tí. Men tað eri eg komin yvir nú, havi bara ringt við at koma víðari frá mínum kynsligum misbrúkum eg havi verið út fyri.  Og tað at eg havi 3 venindur sum venda seg til mín at tosa um at tað er hent fyri tær eisini, og at tær ikki vita hvat tær skulu gera? Eg royni at hjálpa teimum, eg vil ikki blanda mítt uppí teirra problemir, tær hava nokk at hugsa um. Mamma mín er eisini blivin misbrúkt og tað sama við 4 ørðum kvinnum í mínari familju. Eg kann ikki tosa við tær um tað tí at mamma mín býr niðri, og hinar búgva tvær niðri og hinar tvær hava onga tíð til mín longur.   Eg havi ikki nokk pengar til at flyta út, havi ikki nógvar vinir eg kan tosa við. Eg eri studerandi og gangi við einum falskum smíli hvønn tann eviað einasta dag og eri við at blíva troytt av tí.  Eg veit ikki heilt hvat tit fáa hjálpt mær við, men eg veit sjálv at tað altíð hjálpur at koma út við tí. Og tað ger tað sjálvandi eisini hjá mær.. Eri rættiliga positiv og hjálpsom tá tað kemur til onnur, men eg dugi ikki at hjálpa mær sjálvari og ei heldur at vera postiv um meg sjálva ella hugsa gott um mín kropp ella mítt hjarta… Tað einasta tíðspunkti eg føldi meg gott frá tí eg var 14 til eg var 17, var tá eg var saman við onkrum dreingi. Havi søkt kærleika í einum eingangs knalli leingi, og tað veit eg er nakað skeivt at gera og haldi at eg eri byrjað at læra sindur av tí men eri státivekk bíðlig og havi trupult við at siga nei við dreingir. Men eg royni at siga nei, men tað følir sum um at teir eru góðir við meg, eg veit at tað eru teir bara til teir hava fingið okkurt men tað hugsi eg ikki tá eg eri í støðuni. Eg haldi eg eri komin út við øguliga nógvum nú, so eg burdi givist.. Takk fyri tit lesa hetta og royna at hjálpa!    

Hey hey og takk fyri brævið!
Tað er gott, at tú vendir tær til ráðgevingina. Tú hevur tørv á hjálp sum skjótast. Tað er ongantíð ov seint.

Tað hevur stóran týdning, so at tú kanst koma víðari og orka at liva við tínum traumatisku barndómsupplivingum. Tú fortelur, at tú hevur skorið teg, tapt teg og roynt at taka lívið av tær fleiri ferðir. Tað vísir, hvussu ringt tú hevur tað og hvussu trupult tað er fyri teg at liva við tí, sum er hent. Tú hevur sjálv innsæð, at hatta ikki eru hóskandi mátar at handfara trupulleikan. Eisini, at tað ikki er ein góður máti at fáa kærleika við at fara við dreingjum fyri eitt kvøld. Beiggi tín og seinni maðurin, sum tú nevnir, hava traðkað yvirum tíni mørk og hetta hevur skatt teg. Sexuellur ágangur er oyðileggjandi fyri sjálvsálit og kropsfatan. Tað er ofta at man fer at ivast í, hvat er normalt og hvar mørkini ganga. Tá er lætt at verða útnyttaður.

Tað ljóðar sum tú søkir kærleika, men ert bangin og ótrygg og ikki veitst, hvønn tú kanst líta á. Tú ber eitt loyndarmál og brúkar nógva orku uppá at fjala tað við at vera smílandi og at hjálpa øðrum. Tú hevur stórt innlit í tína egnu støðu og tínar mátar at reagera uppá. Tað er eisini flott, at tú hevur orku at taka eina útbúgving og at tú hevur yvirskot at vera saman við vinkonum. Sum eg skilji, hevur tú ikki fortalt teimum um tín uppvøkstur. Tað haldi eg vera spell, tí tit hava líknandi upplivingar og kunnu hjálpa og stuðla hvørjari aðrari. Tú tekur ikki nakað frá teimum við at fortelja um teg sjálva. Eg eri sikkur í, at tær vilja hjálpa tær og lurta. Tú hevur jú gjørt tað sama fyri tær. Hetta kann knýta tykkum enn tættari saman. Tú hevur ein møguleika, sum fá hava við at tær hava upplivað nakað líknandi. Við tað at tær hava fortalt um sínar upplivingar, hava tær brotið tøgnina og tað skuldi gjørt tað lættari hjá tær at koma fram við tínum. Tit hava møguleika at skilja og hjálpa hvørjari aðrari ígjøgnum hetta.

Tað má vera sera trupult fyri mammu tína at tosa um hetta. Men hvat við at skriva ella maila til hennara og fortelja henni, hvussu tú hevur tað, um tínar tankar? Eg haldi, at tú skalt fortelja pápa tínum og mammu tíni, hvussu tað ávirkar teg at skula búgva saman við beiggja tínum. Tað er eitt sár, sum ikki kann lekjast, so leingi tú verður mint á tað hvønn dag og ikki fært nakra hjálp. Tit kunnu kanska tosa saman um at finna eina loysn, so antin tú ella beiggi tín býr onkra aðrastaðni.

Tú hevur tørv á at tosa um hendingarnar og hvussu tú hevur tað og at byggja tað uppaftur, sum er oyðilagt. Tað kann man ikki gera einsamallur og tú hevur tørv á professionellari hjálp. Tað er ikki lætt at hava álit á øðrum menniskjum, men tú mást ikki geva upp. Um tú ikki fært nakað burtur úr, mást tú royna okkurt annað, til tú finnur ta røttu hjálpina til tín. KRIS er ein ein felagsskapur, ið vit meta kann hjálpa tær. Tey geva persónliga og dulnevnda ráðgeving og eru útbúgvin til at taka sær av seinárinum hjá vaksnum, ið eru kynsliga misnýtt. Tey hava eisini sjálvhjálparbólkar og kunnu vísa á bøkur, filmar osfr. um evnið. Men ring ella maila til tey fyrst. So kunnu tey tosa við teg um, hvussu tú kanst fáa hjálp. Tlf.nr. er 448181, heimasíðan www.kris.fo og teldupostadressan er kris@kris.fo.

Tú ert annars altíð vælkomin at skriva, kjatta ella ringja til okkum. Vit lurta gjarna og geva ráð, um tú ynskir tað.

Tú & Eg Ráðgevingin  

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…