Góða tú! Fyri at vera kanna fyri klamydia skalt tú biðja tær tíð hjá tínum lækna. Hjá læknanum letur tú teg úr í neðra og so skavar læknin eitt sindur av vevnaði burtur við einum tunnum pinni. Hjá dreingjum verður skava úr uri-rørinum ella teir taka eina urinroynd. Hjá gentum verður undirlívið kannað og skavað verður antin úr urin-rørinum ella eftir lívmóðirhálsinum. Nakrar dagar seinni fært tú so svar frá læknanum og hevur tú klamydia – ella aðra kynssjúku – skalt tú í viðgerð við tablettum, ið tú fært á apotekinum. Klamydia kann vera hervilig, og nógv fáa als ikki sjúkueyðkenni, hóast tey hava gingið við brunanum í longri tíð. So um tú hevur varhugan av, at tú kanska hevur klamydia, so far til lækna bara beinanvegin. Læknar eru so vanir við at kanna fólk fyri kynssjúkur og tað verður ein lætti hjá tær at fáa tað gjørt. So fært tú svar uppá tín illgruna og kanst slappa av. Og at tú velur at lata teg kanna vísir bert at tú tekur ábyrgd. Tann, ið tú hevur verið seksuelt saman við, átti eisini at latið seg kanna fyri klamydia. Klamydia er ikki ófarlig og sjúkan smittar illa og skal takast í álvara. Minst tí til altíð at brúka hít framyvir! Umframt at hítin fyribyrgir at ein gerst við barn, verjir hon eisini móti klamydia og øðrum kynssjúkum.
Góða eydnu!
Tú & Eg ráðgevingin.