Search
Close this search box.
Eg veit ikki hvat eg skal gera! Eg havi fingið eina boblu við vatni í har niðri ímillum. Tað er bara ein bobla, so eg haldi ikki at tað er nøkur kynsjúka. Eg tori ikki at spyrja mammu um hon kann fortelja mær hvat tað er. Man sær tað ikki væl, men man følir at tað er ein bobla á umleið 1,5 cm. Hon er avlang, men ikki stór. Eg veit heldur ikki hvussu leingi eg havi havt hana. Tað kann gott verða at tað er komi av einum brennimerki, tí ex-sjeikurin dugdi ikki ordiliga at brúka hondina har niðri… Góðu hjálpi mær! ______ Hey! Eg skrivaði beint fyri løtu síðani og manglaði at siga okkurt afturat. Eg eri enn jomfrú, men sum sagt so hevur ex-sjeikurin brúkt hondina og munnin har niðri. Eg havi slett ikki ilt, tað svíur heldur ikki. Eg havi ongan peiling hvat hetta er!

Góða tú

Takk fyri brævið.

Húðin á undirlívinum er serliga sensitivt, og hetta ger at man kann fáa ymsar trupulleikar, sum t.d. irritatión, óbalansa og í ringasta føri, kynssjúkur, eftir samlegu.

Tað finnast nógvar ymsar orsøkir til at man kann fáa bløðrur á undirlívi, so sum herpes og kondolymir. Vit kunnu tí einans ráða tær til, at fáa avklárað hvat orsøkin til bløðruna er. Tað er ógjørligt hjá okkum at staðfesta, so vit kunnu einans ráða tær til at tosa við tín lækna.

Nógvar kynssjúkur smitta eisini umvegis oralsex. Herpes er ein av teimum mest vanligu. So vit kunnu einans ráða tær til at fara til læknan.

Sum útgangsstøði stendur í lógini at foreldramyndugleikin skal fráboðast um man fer til læknan. MEN, tað eru ymsar vegleiðingar til hasa lóggávuna, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Í stuttum merkir hetta at kommunulæknin kann meta um tína persónligu støðu, og síðan avgera um tú kann fara til lækna, uttan at foreldrini fáa tað at vita.

Vinaliga,
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…