Spurnarkassin: Genta, 11 ár spyr

Veit ikki havt eg skal gera!!??

Spurningur:

Hey eg havi brúk fyri hjálp. Eg havi so nógv i hjartanum sum ikki tímir at koma út. Eg eri ofta kedd í skúlanum og heima tí hettar órógvar meg! Eg kann ikki ofta arbeiða í skúlanum tí hettar melur runt i høvdinum alla tíð!! Eg havi eitt gott forhold við familju mina men kann bara ikki siga tað við hana. Faktiskt kann eg ikki siga tað við nakran. Havi ofta verið hjá heilsusystir men tími aldrin at siga nakað við hana! So góðu kunnu tit hjálpa mær við at fáa tað betri ella bara hjálpa mær sum eg kann siga tað við onkran?

Svar:

Hey!
Vit vilja sera fegin hjálpa tær. Tað er sera flott av tær at leita hjálp. Um ein hugsar nógv um eitt ella annað, sum tyngir, ella ger at ein ikki orkar at gera skúlating, ella sum ger ein keddan, so er tað umráðandi at fáa onkran at tosa við um hetta. Tað í sær sjálvum kann hjálpa sera nógv.
Nú sigur tú einki um, hvat tað er sum ger teg kedda. Tú hevur eitt gott forhold við tíni foreldur, tað er sera gott. Tó er tað ikki altíð líka lætt at tosa við tey um alt. Hetta vilja vit eisini fegin hjálpa tær við.
Um tú vitjar okkara kjattráðgevin ( ella um tú sendir okkum eitt bræv aftrat, har tú greiður okkum frá, hvat tað er sum fyllir títt hjarta, so mikið at tað forstýrar teg, so kunnu vit hjálpa tær betri.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin