Spurnarkassin: Genta, 14 ár spyr

Veit ikki hvat eg skal gera

Spurningur:

Heey... Eg havi 2 problemir og her er tað fyrsta: Eg havi ein Bestuvinkonu, sum eg ELSKI mest av mínum vinum.. Tað er bara tað at tá ið vit eru saman við teimum popilerastu gentunum í flokkinum er tað akkurát sum um hon broytist frá at vera góð við meg til at vera ímóti mær. Tað haldi eg eri mega keðiligt.. Eg havi roynt at siga tað við hana, men tá sigur hon bara at tað er bara nakað eg sigi, ella eisini verur hon bara súr. Hvat skal eg gera? Tað næsta er so at eg eri byrja at klandrast við babba og hann kann gott vera ræðuliga stravin haldi eg. Og eg vil heldur búgva hjá mammu, men tað vil Babba ikki.. Hjálp egveit ikki hvussu eg kann koma til at búgva hjá mammu í staðin fyri at búgva hjá babba.. Eg hopi at tit vilja hjálpa mær..

Svar:

Hey tú sum ikki veitst hvat tú skalt gera.
Takk fyri brævið. Tú skrivar um tíni tvey problemir, sum sanniliga eru trupul. Eg skilji væl, at tú ert kedd um, at tín besta vinkona broytist í síni atferð ímóti tær, tá tit eru saman við ávísum gentum í flokkinum. Sum eg skilji tað, so kennir tú teg svikna av henni, men vinkonan lurtar ikki, tá tú roynir, at siga tað við hana.
Tit eru 14 ára gamlar, og eru komnar í pubertetin. Í tí aldrinum eru nógvar broytingar, bæði kropsligar og innan fyri áhugamál og annað tílíkt. Ofta fáa fólk í hasum aldrinum hug at royna okkurt nýtt: nýggjar vinir, nýggjan klædna- ella hárstíl og so framvegis. Tað kann hugsast, at vinkona tín fer gjøgnum eitt sovorðið tíðarskeið nú. Tað merkir als ikki, at tað er nakað galið við tær, ella at tit ikki eru vinkonur longur. Men samstundis er tað ikki gott fyri teg at vera í tí støðu at kenna teg uttanfyri. Hinvegin ljóðar tað sum um tú hevur aðrar vinir enn hesa bestuvinkonu. Kanska kundi tú roynt at verið meira saman við teimun?
Í tykkara aldri eru vinir tað týdningarmesta í lívinum, og tað er svárt at kenna seg sviknan av teimum. Men samstundis noyðist man viðhvørt at geva vinunum rúm til at fara og gera okkurt annað eina tíð. Vís henni at at tú ert har fyri hana. Og hevur tú ikki hug at verða saman við teimum gentunum hon kemur saman við, so lat verða, tað er eisini gott at tú kennir tíni mørk.

Hin trupulleikin hjá tær er við pápa tínum. Tú skrivar at tit klændrast nógv, og at tú hevur hug at búgva hjá mammu tíni.
Sum eg segði í áðni, so ert tú komin í pubertetin, og í tí tíðini eru tað heilt nógv sum uppliva at tey fara at klændrast meira við foreldrini. Tú ert í ferð við at gerast vaksin, og hevur tínar egnu meiningar um ymiskt, sum pápi tín sikkurt er ósamdur við tær í. Tað er væl skilligt, at  tú upplivir pápa tín strævnan, og at tú verður kedd tá tit skeldast, tí tað er altíð ringt at klændrast við tey sum ein er góður við.
Eg veit ikki so nógv um tínar umstøður, men um tú veruliga vilt búgva hjá mammu tíni, so er tað nakað sum tú mást práta við pápa tín um. Ikki tá tit klandrast, men onkuntíð tá tit eru rólig og kunnu práta tað væl í gjøgnum. Ein annar møguleiki er, at tú fortelur onkrum øðrum vaksnum um tínar tankar. Til dømis systkin hjá foreldrunum, einari ommu ella einum abba. Tað er ofta lættari at tosa við onkran annan fyrst. Tú ert eisini vælkomin at ringja til ráðgevingina og tosa við okkum.

Góða eydnu!

Tú & Eg Ráðgevingin