Search
Close this search box.
Hey :) Eg eri ein genta sum í summar var á eftirskúla i DK . also t.v.s at eg tók 9’inda niðri . Meðan eg var i dk , havi eg tað ikki gott , tað vóru nógvar kenslir sum vóru uppá spæl , og av tí sama skulkaði eg nógv , eg orkaði einki , til endans bleiv tað forr nógv fyri meg , og eg tók eina yvurdosis av tablettum og endaði á sjúkrahúsinum . So tá ið eg flutti aftur til føroyar , hevði eg faktisk einki 9’inda klassa prógv , ti at eg kann ikki brúka tað til nakað sum helst . Eg byrjaði so i 10’inda , avgjørd um at eg nu skuldi taka meg saman og fáa eitt orduliga gott reslutat burturúr , men aftaná eina stutta tíð endaði eg aftur í tí ónda cirklunum . eg orkaði einki , og endaði aftur við at taka eina yvurdosis og endaði aftur á sjúkrahúsinum .. nú fyri stuttum var eg ikki í skúla i 2 vikur , og fekk so at vita frá skúlanum at nu mátti eg taka meg saman . So eg bleiv biðin um at gera eina rúgvu av skúlatingum , faktisk alt tað eg ikki havi gjørt av løbe av skúla árinum . eg var aftur avgjørd um at eg skuldi taka meg saman , men alt bleiv bara forr nógv fyri meg og endaði við at gera einki.. Eg havi ein dreym um at gereast sálarfrøðingur seinni í lívinum , men nu er hesin dreymurin bara farin fyri skeyti , ti at eg sleppi ongantíð víðari nakrastaðni . eg eri so at siga givin i 10’inda nu , ti at eg orki simpelthen ikki meira .. Eg veit at tann einasta sum kann gera nakað við hettar ,eri eg sjálv . Men eg veit ikki hvat eg skal gera við hettar . Heilsan ein sum ikki veit hvat hon skal gera !!!!

Góða tú, ið ikki veitst, hvat tú skalt gera!
Tá eg lesi títt bræv, hugsi eg, at tú hevur hevur nógv ynskir, men hevur ikki orkuna at gera tað, sum tú gjarna vildi. Tað eru okkurt, sum ger, at tú ikki hevur neyðugu orkuna og at tú gerst mótleys, og tað er tað, ið tú skalt fáa hjálp til at styrkjast í. Tað er helst eitt ov stórt trýst, ið skúlin leggur á teg, og tá er tað ofta, at ein gevur upp, tá ein ikki yvirskoðar, hvussu ein skal megna at gloypa henda stóra bitan, ið ikki smakkar serliga væl. Nú eru royndirnar fyri framman, og tað kann eisini vera tungt at hugsa um. Enn ert tú 17 ár, so tíni foreldur hava enn ábyrgdina av tínum trivnaði. Tá tú tekur alt ov nógvar tablettir, veit eg ikki, um tú vilt doyggja ella um tú biður onnur hjálpa tær í tí ringu støðu, tú ert í. Í hvussu er, eiga tey, sum vita um tína støðu, at hjálpa tær til eitt betri lív. Jú, tú sigur, at tað er tú sjálv, ið skalt ganga vegin fyri at fáa tað betri, men tú klárar tað nógv betri, um tú hevur onnur hjá tær á leiðini, sum kunnu stuðla tær, tá tú hevur brúk fyri tí, og tí kundi tað verið gott hjá tær at farið á ein skúla, ið er rúmligur og tekur serligt atlit til, at ein er veikur á onkrum økjum.  Tú kundi sett teg í samband við skúlan Dugni við Áir, kallaðist fyrr Alv, har tú kanst við góðum stuðli taka eitt betri 9.flokks prógv. Hygg inn á heimasíðuna www.dugni.fo. Onnur mennandi skúlagongd er Háskúlin í Havn og Húsarhaldsskúlin í Klaksvík. Kanska kundi tú betur hugsað tær at arbeitt t.d. eitt ár, og so vildi eg rátt til nakað, har tú hevur samband við nátturuna sum urtagarðs røkt, ella á einum bóndagarði. Tað styrkir bæði kropp og sál. Haldi tú hevur tørv á einum vælskipaðum gerandisdegi, har tað hevur týdning, at tú ert hjástødd og ger tín part. Og minst til , tað er eisini nakað, sum tú dugir væl! Tað styrkir títt sjálvsálit og lívsmót. Tak bert eitt stig í senn, t.d. eitt gott 9.flokks prógv, so koma nakrir møguleikar , sum tú so fer víðari við, og so framvegis.   T

að er so nógv, sum er spennandi at fáast við.

Góða eydnu! Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…