Góða Ggenta
Hey tú, sum ikki veitst hvat tú skalt gera.
Ja, tað vit eru her til, er at geva børnum ráð, sum hava trupulleikar, ella kanska bara taka eitt prát við okkum, um tað er tað tit hava tørv á.
Eg fái ikki givið tær nakað ráð, út frá hesum stutta brævi, tí tú skrivar ikki hvør tín trupulleiki er. Men tað tú kanst gera, er at senda eitt nýtt bræv, har tú skrivar um trupulleikan, ella ringja inn til ráðgevingina á telefon 116 111, ella kjatta við okkum, tá vit hava opið, sum er mánadag og hósdag frá kl 14.00 um dagin til kl 22.00 um kvøldið. So kann eg lova tær at vit skulu gera okkara besta fyri teg!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin