Góða tú sum ikki veist hvat man skal gera tá man er uppá vegin.
Tú sigur, at tú hevur tikið graviditetsroyndina og at royndin er positiv. So er nokk ongin ivi um at tú ert við barn. Tá tú ert við barn skalt tú fara til læknan, sum skal kanna um alt er í lagi. Tú kanst eisini tosa við læknan um tína støðu sum heild. Tú skalt sjálvandi velja um tú tosar við læknan áðrenn ella aftaná tú tosar við foreldrini um støðuna, men tú mást siga tað við foreldrini, sjálvt um tað er ringt. Tað kundi eisini verið eitt hugskot at tikið ein av foreldrunum við til læknan? Tað ljóðar sum um tú ikki hevur so nógv samband við drongin, sum tú hevur verið í song saman við, men tað mest rímiliga er, at tú eisini tosar við hann um tína støðu. Tað merkir ikki at tit skullu koma saman ella nakað, men bara siga honum hvussu støðan hjá tær er. Samstundis skal tú siga honum, at tað er umráðandi at siga frá beinanvegin um hýtan skrædnar og ikki fimm dagar seinni, tað er alt ov seint og ikki serliga ábyrdarfult av honum.
Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin