Telefon: 610140 (mán. – frí. kl. 10-12)

Teldupost: barnabati@barnabati.fo

 

Hvat er tað at bresta seg sjálvan tá man er ein genta. Blívur man uppá vegin fyrstu ferð man er í song við einum dreingi,,:)

Góða ‘veit ikki’
At bresta seg sjálvan er eitt úttrykk ung nýta tá tey meina við at fara í song við einum fyrstu ferð. Tað kann eisini verða nýtt í samband við at lógin ásetur 15 ára aldursmark fyri nær man hevur loyvi til at fara í song saman.
Tað er møguligt at blíva við barn eisini fyrstu ferð man er í song saman, um kroppurin er kynsbúgvin. Tað er tí týdningarmikið altíð at verja seg um man ikki ynskir at gerast við barn, men eisini móti kynssjúkum. Inni á Eg & Lívið, undir ‘kynslív’ kanst tú lesa meira um hesi evni.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi