Search
Close this search box.
HeeyJ Eg havi 2 ferðirnar skriva bræv til tykkum, men báðar ferðirnar havi eg ikki fingið svarL Men her kemur so ein spurningur. Eg gangi í 8 klassa, og eg havi tað ikki so gott í okkara klassa, tað er sum um eg havi fingið eitt stempul á meg, fyri okkurt eg havi gjørt. Eg segði okkurt við tvær gentur um eina aðra, eg helt eg kundi stóla uppá tær, men nei eg fekk alt omaná meg. Og eg gráti altíð í skúlanum, so eg havi eisini fingið tað stempul á meg. Eg klári ikki at ganga har meir, eg verið so illani happa. Plus eg havi verið útsett fyri seksuellum ágangi – eg fái hjálp fyri tað. Men eg, mamma og babba, ivast nú í um eg skal skifta skúla, lærarin tekur tað ikki so seriøst. Men eg fekk at vita frá psykologinum, at tað var grov happing eg var útsett fyri L Men heldur tú eg skal skifta skúla, sjálvt um eg gangi í 8. flokki? Tí tað eru nógv sum siga at nissan fylgjur við!!

Heilsan
Ein ið onki veit

Góða Tú ið onki veit
Eg fari allarfyrst at umberða, at tú ikki hevur fingið svar uppá tey brøv tú hevur skriva, um tað er skriva í summar, so kann tað verða vegna ferðiuna. Vit eru byrja aftur nú og eru afturút við at svara brøvum. Gott at tú skrivar aftur hóast tað!!
Tú hevur nokk at stríðast við, og tað ger ilt at lesa brævið hjá tær, at tú skal verða útfyri happin sum er eitt tað ringasta man kann uppliva, bæði sum barn og vaksin. Tú ert jú nógvar tímar í skúlanum og tað skuldi helst verið eitt gott stað at verið – men so er ikki altíð, og slett ikki í tínum føri.
Tað er gott at tú fær hjálp fyri tí seksuella ágangi, ið tú hevur verið útsett fyri.
Eg skilji gott at tú hevur hug at skifta skúla, og tá tú nevnur at nissan fylgjur so er tað uttan iva partvíst so. Í tí sambandi hugsi eg, at tað má hava týdning at tú og foreldur tíni eru uppmerksom uppá tað, kanska kannst tú tosa við psykologin um tað eisini.
Tað er onki at ivast í at nissan kann verða ring at rista av sær, men tað er meira enn so, eisini so at tað kann verða gott við einum skifti. Tað ljóðar sum um tað er ringt hjá tær at fáa eina aðra rollu í skúlanum, so eitt skifti hevði kanska verið uppá pláss hjá tær nú. Men tú skal nokk hava hjálp og stuðul í tí sambandi so tú ikki risikerar at alt endurtekur seg.

Kærar heilsur og góða eydnu við øllum.

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…