Search
Close this search box.
Hey! :) Problemi er tad at eg altid blívi so sjalu inná alt! Siggi eg penar gentir, veri eg sjalu og óð inná meg sjalva, um eg syggi td mina venindu scora ein drong, so vil eg at tad skal vera eg! also eg eri totalt eftir uppmerksomheid allatid! men eg vísi tad bara ikki uppa nogvar mátar! eg kann vísa dreingjum tad tá eg eri i bydnum ella reina tosa nogv sum teir skulu hyggja eftir mær.. men eg vil bara ikki vera ov nogv av tí góda! eg havi aldrin fingi nokk av upmerksomheid heimafrá ella adrastadni.. men eg byrji at fáa sindur meira sjalvsálit nu, tí eg reini at ganga meir høgt uppí meg sjalva, eg totalt broyti útsjónd bara fyri at fólk kunnu koma yvur til mín! eg vil ikki at dreingjir skulu hyggja eftir minari venindu ella ødrum, teir skulu syggja uppa meg!! sovoridir tænkar havi eg allatid, og tad er ikki ein gód veninda at hugsa sodan! eg eigi at vera glad tá min veninda kemur heim til min og fortelur hvønn hon hevur veri saman vid, men tad klari eg bara ikki. eg sigi tad ikki vid tey , eg veri ikki ód ella vísi nøkrum at eg veri ód og sjalu! tad er bara innast inni eg skeldi meg innaní!! hvat skal eg gera vid hetta ? eg føli meg so sjúkan at skulla hava tad sodan allatid!! 

Hey og takk fyri brævið!
Tað er týðiligt, at tú hevur hugsað nógv um tínar kenslur og reaktiónir. Tað er gott, at tú sjálv dugir at síggja, at okkurt má gerast við støðuna. Fyrst vil eg siga, at tað er í lagi og púra normalt at hava kenslur, sum vit seta í samband við nakað negativt, t.d. at vera øvundsjúkur og óður. Tað ein normalur partur av okkara persóni og av lívinum. Tú mást góðtaka, at tú hevur hesar kenslurnar. Men tað er týdningarmikið, at hesar kenslur ikki koma at stýra tær og verða oyðileggjandi fyri teg og sambandið við onnur menniskju. Eingin er perfektur, tíbetur. Vit hava øll negativar síður og tankar. Tú mást gevast við at revsa teg sjálva, men byrja at hugsa góðar tankar um teg sjálva.

Tú nevnir, at tú ikki hevur fingið uppmerksemi í barna- og ungdómsárunum. Kanska er tað tað, sum tú í veruleikanum ert um og nú roynir at fáa tann tørvin nøktaðan aðrastaðni. Tú ynskir tær tað, sum tú hevur uppiborið. Tú hevur uppiborið kærleika, at verða elskað, góðtikin og at verða sædd. Tú ert ikki nakað ringt menniskja. Tú nevnir, at tú ynskir at unna vinkonuni tað væl, tá tað hendir henni nakað gott. Man tað ikki vera soleiðis, at tú unnir henni tað, men at tú ynskir, at tað eisini skal henda okkurt gott fyri teg? Tað er púra normalt at hyggja at øðrum gentum og ynskja sær, at ein sær út, sum tær gera. Men tað hevur øgiliga stóran týdning, at tú lærir at góðtaka teg sjálva við góðum og minni góðum síðum. Royn at fáa tað besta burtur úr tíni útsjónd, tínari persónligheit og tínum vinarløgum. Um tú ert tann, tú ert, tvs. uttan at royna alt møguligt fyri at fáa uppmerksemi frá øðrum, fara fólk at dáma teg hóast alt. Men tað er órealistiskt at fáa øll at hyggja at tær og dáma teg. Vilt tú hava uppmerksemi fyri ein og hvønn prís? Tað eru nøkur fá, sum eru so heppin at fáa uppmerksemi frá øllum. Kanska tí tey gera okkurt heilt serligt ella bara tí tey hvíla í sær sjálvum. Fólk, sum royna alt ov nógv at vera dámd, verða ofta skuffað, tí tað ikki gongur eftir ætlan. Tað hevði verið betri at vent negativum uppmerksemi til positivt uppmerksemi.

Royn at brúka orkuna uppá uppá at broyta tankarnar og royna at síggja tað positiva við øllum. Royn at vísa gleði, humor, sjálvsálit og at góðtaka teg sjálva og onnur, tí tað dregur onnur til tín. Tað kann vera, at vinkonan og onnur merkja, at tú ert øvundsjúk, sjálvt um tú ikki sigur tað ella vísir tað. Men fyrr ella seinni fara tey at merkja, at okkurt er galið. Tað er eisini í lagi at tosa við vinkonu tína um tað, so hon skilir, hvussu tú hevur tað. Annars vil eg tilmæla tær at tosa við onkran um hetta.

Tú ert vælkomin at venda tær til ráðgevingina aftur. Kanska er tað lættari at tosa og geva ráð ígjøgnum kjattin.

Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…