Search
Close this search box.
Hey tit! Eg havi eitt problem við at eg altíð blívi happa, tað er mega keðiligt og eg eri 14 ár og havi longu veri í song við einum drongi, er tað for tiðliga? Men tað var mega lekkurt og eg vil gjarna prøva tað ummaftur hvat skal eg gera? Eg eri avhengi:( Tíma tit ikki nokk at hjálpa mær?

Hey!
Tað er keðiligt at hoyra, at tú verður happað. Men tað er ringt at hjálpa tær við happingar trupulleikanum, tá tú ikki skrivar nakað um hvør happar og hvat tey, ið happa siga ella gera.
Um tú vilt hava nøkur ráð til hvussu tú sleppur undan happing, kanst tú skriva aftur til okkum um hetta. Ella tú kanst ringja til “Tú & Eg Ráðgevingina” mánadag og hósdag millum 14 og 22 á tlf. 116 111, har tú kanst tosa við onkran vaksnan ráðgeva, ið vónandi kann hjálpa tær.

Til spurningin um at fara ella hava verið í song við einum drongi, kann eg upplýsa teg um, at tað ikki er loyvt at fara í song við einum, ið er undir 15 ár. So spurningurin er, um tú ikki burdi bíða við at gera tað aftur, sjálvt um tú helt tað vera lekkurt. Tað er so nógv sum annað sum kann verða gott.

Vónandi hava tit brúkt fyribyrging tá tit vóru saman, tí tað at fara í song saman er ikki bara spennandi, tað inniber eisini ein vanda fyri at fáa kynssjúkur, og at gerast við barn. Og hetta er ein stór ábyrgd tá man bert er 14 ár.

Vinarliga

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…