Tú spyr um tú kanst fáa barnið, sjálvt um tú er 14 ár. Um tú meinar, um tú sjálv sleppur at hava barnið, vil eg siga at barnið verður ikki tikið frá tær bara tí tú ert 14 ár, men tað verður hugt eftir um tú hevur umstøður til at forsyrgja einum barni, og hvussu tú ert fyri sjálv til at taka tær av einum barni.
Tað vil siga, tú skalt hugsa um hvussu tað verður at hava eitt lítið barn – 24 tímar um døgnið – hvussu barnið verður ansað, hvussu tit búgva og at tað eisini kostar nógv at hava eitt barn.
Alt hetta og nógv, nógv annað skalt tú tosa við foreldrini um. Tey skulu hjálpa tær, at fáa yvirblik yvir alt, sum tú skal taka støðu til.
Eisini skrivar tú, at tú ikki veit um tú skal fáa tær barnið ella hvat tú skal gera.
Hevur verið hjá lækna og fingið at vita hvussu langt tú ert komin, tað vil siga nær tú skalt føða barnið? Tí um tú ætlar at fáa fosturtøku, so skal tað vera áðrenn 12. viku. Tí er tað sera umráðandið, at tú fer til læknan og fær staðfest hvussu langt tú er komin.
Tað er ikki frí fosturtøka í Føroyum, men tað verða gjørd undantøk. Tað vil læknin greiða tær nærri frá.
Sjálvandi kann man fáa sær eina útbúgving, sjálvt um man hevur eitt barn.
Men tað er strævið tí man hevur ikki frí tá man kemur heim, tá skal tú taka tær av barninum og gera skúlating tá barnið er farið í song. Men tað er týdningarmikið at fáa sær eina útbúgving, og tað ber væl til, sjálvt um man er ein ung mamma. Tað krevur bara, at man tilrættarleggur sær tingini væl.
Og so ger tað slett einki um tú ert glað fyri at tú ert við barn, tí um tú ætlar tær at føða barnið, so er tað ógvuliga umráðandi at tú ert glað fyri at skula hava tað.
Tað er umráðandi at tú tosar nógv við tíni foreldur og ella onnur vaksin sum tú kanst tosa við, um tína støðu. Og ikki bara eina ferð, men tosa ofta við tey. Tí tú hevur nógv at taka støðu til, og tú skalt ikki standa einsamøll við øllum.
Alt tað besta.
Tú & Eg Ráðgevingin