Search
Close this search box.
Hey, eg eri akkurát blivin 18 ár. Eg havi ein sjeik, sum er 20 ár. Eg fekk ein pstav fyri góðum 10 mánaðum siðani. Onkutíð fái eg ræðuliga ilt i armin har sum hann situr, men eg veit ikki heilt hví. Eg royki og tað havi eg nú gjørt i hálvt ár, men havi planir um at leggja av.. Fyri uml 1-2 vikum síðani hugsaði eg um at eg var við barn. Eg pissaði øgiliga nógv, sjálvt um eg ikki drakk nakað serligt, eg eti mega nógv, eg vil allatíð drekka vatn og eg fái ofta morgunkvalma.. Læknin, apoteki og mong onnur siga, at man ikki kann blíva við barn tá ið ein hevur pstav, men passar tað? Nú 2 seinastu dagarnir havi eg fingið “pletbløðning” hvørja ferð eg fari a wc. Hvat kann orsøkin vera? Er okkurt galið við lívmóðurini ella eri eg við barn? Eg vil øgiliga gjarna vera mamma, líka nógv sum eg vil bíða við at blíva mamma. Eg eri ímóti abort! Eg kann ikki tola at síggja ella hoyra um onnur sum taka abort. Mín mens er óreglulig. Onkutíð skal eg biða i 1-3 mánaðir til hon kemur, onkutíð ganga nakrar fáir dagar millum. Eg havi ongantíð tíð til at keypa testir og annað. Eri eg við barn, ella er okkurt galið við pstavinum, ella lívmóðurini? Eg hugsi um hesi tingini hvønn tann einasta dag síðan hetta byrjaði. Eg fái ikki konsentrera meg um arbeiði ella nakað sum helst i hesari støðuni. Góðu kunnu tit hjálpa mær? Eg tori ikki tosa vidvið foreldur, familju, sjeik ella vinir um hesa støðu. Vinarliga kunnu tit svara sum skjótast? Eg eri alvarliga steðga upp i lívinum, av at hugsa um tingini hvønn tann einasta dag:(

Góða 18 ára gamla genta!
Beinanvegin, eg haldi ikki tú ert við  barn,  men tað er rætt, at ongin fyribyrging er 100% sikkur, heldur ikki ein P-stavur.
Tað sum tú merkir er ikki typisk fyri at vera við barn, og tó haldi eg tú sum skjótast skal fara til tín lækna  og hava ein morgun-urin prøva við í einum lítlum reinum glasi. So kann sjúkrasysturin kanna bæði fyri graviditet og útihýsa sukursjúku.   Tú veit kanska, at ein við byrjandi sukursjúku er tystur og drekkur nógv, men sjálvandi kann hettar vera heilt av tilvild.
Eg skilji, at tú altíð hevur haft óregluligar bløðingar,  tað hava summar gentur uttan at tað er ein sjúka.   Hettar verður ofta verri , tá ein hevur P-stav. Hormon innihaldi ger hettar,  og menstuationin kann steðga heilt , men kemur aftur tá P-stavurin verður tikin. Tó haldi eg tú skal biðja læknan kanna undirlívið av tí, at tú hevur blett bløðingar, hetta  kann vera tekin um lættan undirlívsbruna.
Tað er nógv betur at verða kannað enn at ganga og stúra og vera bangin.  Tú kanst bara siga fyri tínum nærmastu og sjeikinum , at tú má kannast fyri óregluligar bløðingar.
Góða eydnu!  heilsan Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…