Góða genta 18 ár, tað er tíverri ongin lættur máti at klænka uppá, tú ert fitnað, tí tú hevur etið meira matkaloriur enn tú brúkar. Fleiri mátar til spakuliga at lætna eru tó, men fyrst vil eg biðja teg fara til tín lækna at útihýsa, at tær feilar nakað, sum fær teg at fitna. Um alt er ok , kanst tú skriva tær upp akkurát alt tú etur og drekkur og so minka alt við einari helvt, so lætnar tú heilt sikkurt spakuliga eisini uttan at fara út at renna. Eg vil tó heldur ráða tær til tann sunna mátan, t.v.siga eta grønmeti og groft breyð, soltið kjøt og fisk, onki feitt og sukur als og bert drekka vatn, te ella kaffi uttan sukur og mjólk. Samstundis má tú motionera minst ½ tíma hvønn dag, t.d. ganga, renna, svimja ella annað.
Sjálvandi leggur tú eisini av at roykja, tá tú ert i holt við alt tað heilsugóða. Gott er at fáa eitt vinfólk við, sum eisini vil lætna, so kunnu tit kappast og stuðla hvønn annan.
Tað fer at taka eitt ½ til 1 ár at lætna 15 kg. Hesin seinni mátin er tað sum heldur, tí tú broytir tín lívsstíl. Góða eydnu, hettar ber til, um tú vilt tað sjálv.
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin