Tu ert ikki persónliga myndug, men tú kanst fara til læknan hjá tær uttan at foreldrini eru við (Hetta kann man tí ið ein er eldri enn 15 ár) tað snýr seg um fyribyrging og graviditet.
Tú hevur rættin at avgera um og hvat slag av fyribyrging tú vilt brúka.
Tað er altíð gott at hava foreldrini i sinum parti, so tosa við tey ella tann tú best kanst tosa við.
Tú heldur, at tit eru búgvin at gerast foreldur, tað halda tini foreldur helst ikki, tú hevur sum er, stutta lívserfaring, tá tú bert er 17 ár. Helst býrt tú heima og kann ikki forsyrgja tær sjálvari og einum barni sum er. Tað hevur væl ikki skund at gerast foreldur! Fá tær eina útbúgving og arbeiðsroyndir fyrst, so tú sjálv kanst taka ábyrgdina. Einum manni kann ein ongantíð rokna við skal forsyrgja tær og einum barni.
Nakað annað er, um tú ert ónøgd við at hava ein p-stav, men tað er ov skjótt at siga hvussu tað riggar hjá tær, lat eitt hálvt ár fara, og skriva upp nær bløðingar eru. Um ongin bløðing kemur skal tú sjálvandi gera eina graviditets roynd.
Annars meini eg tú skalt fara til tin lækna til GU altso undirlivskanning nú tú hevur kontakt bløðing, tað kallast bløðing aftaná samlegu.
Helst snýr tað seg um ein lættan bruna so læknin vil helst gera kanningar fyri hettar og kanska eina kyknuroynd (sokallað kreft roynd).
Endiliga skal tú ikki rokna við at sáði hjá sjeikinum er ov veikt, tað kann ein als ikki lita á. Tú mást brúka fyribyrging um tú sum eg heldur, at tú ert ov ung at gerast mamma.
Vinaliga
Tú & Eg Ráðgevingin