Góða tú, ið vilt hava svar skjótt!
Takk fyri brævið! Skilji væl, at tú ert nervøs. Tað er ikki lætt at vita, hvussu ein skal gera og ikki gera. Um ein genta skal blíva við barn, má hon hava verið kynsliga saman við einum drongi, soleiðis at penis hevur verið inni í vaginu og sáð er komið úr penis inni í vaginuni. Vagina er tað, ið gentur hava ímillum beinini.
So um penis hjá sjeikinum hjá tær bert nart stutt við teg og hann var í boxershorts, so ert tú nokk ikki við barn.
Tað passar, at tá man er nervøs og hugsar nógv um mánaðarsjúkuna, so kann hon blíva ov sein. So tú mást bara royna at hugsa um okkurt annað og slappa av. Eftir tí sum tú greiðir frá, kanst tú ikki vera blivin við barn. Góða eydnu og skriva endiliga aftur!
Vinarliga heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin