Search
Close this search box.
Heey! Mmh? Hvar skal eg byrja? Vit eru akkurát flutt saman við sjeikinum hjá mammu og børnunum hjá honum. Tað hevur gingið okay inntil nú. Tey drekka ikki og tey eru bæði trúgvandi, men tey leggja einki í hvat eg vil? Eg føli tað sum um tey eru ein stór “happy famuly” og EG eri uttanfyri. Eg eri ikki sjálv trúgvandi, men eg gangi á ungdómsmøti osv. tí mamma vil at eg skal. Men nú tími eg ikki hettar meira, eg vil sleppa at búgva hjá babba, hann skilur meg og mínar trupuleikar nøkunlunda. Er tað ikki okkurt um at tá ið man er yvur 12 so kan skilsmissubarnið sjálvur bestemma hvar tað vil búgva. Tað havi eg í hvussu er hoyrt. Men mín spurningur er: Hvussu fái eg sagt tað við mammu uttan at knúsa hennara hjarta?

Hey “Vil ikki búgva heima meir”
Takk fyri brævið. Tað virkar sum um tú ert rímiliga glað fyri tína nýggju familju, og tú dugir eisini at síggja tær góðu síðurnar hjá teimum. Tað er gott.

Tú skrivar ikki hvussu nógv børn eru í familjuni, og hvussu nógv ár tey eru, men eitt er sikkurt, at tað er ein stór broyting fyri teg. Familjan hjá tær er blivin meir enn dupult so stór, og áðrenn vóru bert tú og mamman tín – tað ljóðar í hvussu so er ikki sum um at tú hevur nøkur onnur systkin í forvegin. Nú skalt tú deila mammu tína við fleiri onnur, og tað er ein missur fyri teg, og nakað sum tú skal venja teg við. Tað følist uttan iva trupult til tíðir, og tað er væl skiljandi, tí tann tíðin sum tú og mamma tín høvdu saman, skulu tit nú eisini deila við fleiri onnur, og tað fer at taka tíð, áðrenn dagarnir kennast vanligir aftur.
Tað er sostatt ikki so løgið at tú følir teg uttanfyri. Og tað er tungt at føla seg einsamalla.
Men at flyta saman, er nakað sum tey vaksnu avgera, og tískil hava tey ábyrgd av, at tað verður gjørt á rættan hátt, soleiðis at øll føla seg væl. Men tá tvær famijur flyta saman, vilja tað næstan altíð koma trupuleikar, og tí er tað týdningarmikið, at tit fáa tosað saman, áðrenn tú tekur nakra avgerð um at flyta út.

Ein onnur stór broyting í tínum lívi beint nú er “Puberteturin”. Tú er 14 ár, og ikki longur bara eitt barn. Tú er í ferð við at gerast vaksin. Millum annað byrjar tú at fáa tínar egnu meiningar (so sum ikki at tíma at ganga á møti).
Tá meiningarnar ikki eru tær somu sum hjá foreldrunum, er tað ikki altíð so lætt at tosa um tað, uttan at vera bangin fyri at tey blíva kedd. Tað hjálpir ofta, fyrst at tosa við onkran annan, t.d. ein vin ella onkran vaksnan tú hevur álit á, um trupulleikan.

Tú skrivar, at tey leggja einki í hvat tú vil, og at tú gongur bara á møti, tí mamma tín vil at tú skal. Vita teyhon, hvat tú gongur og hugsar um? Um tit ikki rættiliga hava tosað saman, kanst tú til dømis spyrja mammu tína, um tit kunnu gera okkurt saman, bara tit báðar, so tit betur kunnu tosa saman. Til dømis kunnu tit ganga túr saman. Sjálvt um tú følir, at tú hevur tosað við hana, so royn aftur. Tí tað er týdningamikið fyri teg – tú hevur virkuliga brúk fyri at hon lurtar eftir tær.

Eisini skrivar tú, at tú vil sleppa at búgva hjá pápa tínum, og spyr um børn ikki sleppa at bestemma tá tey eru 12 ár.

Børn yvir 12 ár sleppa ikki einsamøll at bestemma hvar tey skulu búgva.
Um foreldrini eru samd eru eingir trupulleikar, tað er sjálvandi tað besta.
Eru foreldrini ósamd, eru tað nøkur fólk sum arbeiða hjá Ríkisumboðnum, sum tosa við allar
partar. Um man er fyltur 12 ár, hevur man rætt til at vera hoyrdur, og tað verður sum oftast lurtað væl eftir einum.

Men tað sum er ógvuliga týdningarmikið í hesari støðuni er, at tú verður noydd at tosa við bæði mammu tína og pápa tín. Og eg skilji væl, at tú ikki veit hvussu tú skal gera. Í fyrsta umfari kanst tú tosa við mammu tína. Tað kann kennast torført, og tú ert bangin fyri at sára hana, men royn! Hon er tann vaksna, tann sum skal taka ábyrgd av, at tú hevur tað gott og trívist.
Um tú ikki torir sjálv, kann hugsast, at tú hevur onkran vaksnan, tað kann verða onkur í familjuni, t.d. mostir, mammubeiggja, gummu ella gubba, sum tú hevur álit á. Tosa við tann vaksna, um hvussu tú hevur tað og um tínar tankar. Spyr um hannhon kann hjálpa tær við at tosa við foreldrini um tað.
Men sum sagt, tosa við mammu tína um hvussu tú hevur tað, áðrenn tú velur at flyta út, tað kann verða at hon í veruleikanum ikki veit hvussu tú hevur tað.

Vónandi gongur alt væl hjá tær og tú er altíð vælkomin at ringja ella skriva til okkum aftur.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…