Góða genta, sum ikki vil hava hann!!!!
Ja, tað er ikki so heilt lætt hjá tær kann eg skilja. Men, innast inni veitst tú hvat tú vilt og tað er altíð gott. Tú vilt gjarna vera vinur við hann, men er kanska bangin fyri at særa hann og at oyðileggja tað góðar vinarlagið sum tit hava. Tú sigur, at tú torir ikki, at siga tað við hann og torir heldur ikki, at hyggja uppá hann. Hvussu hevði verið at skriva til hann? Skriva og fortel honum, hvussu tú hevur tað við hesum, sig at tær dámar hann og vilt gjarna hava hann sum ein góðan vin, men hevur ikki hug at ganga saman. Vóni tú finnur eina loysn og at tit framyvir kunnu verða vinir.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin