Hey hey!
Eg haldi at tú ljóðar sum ein góð vinkona. Tú viðgongur at tú bleiv jaloux tá vinkona 1 fekk so fína telefon, og tú viðgongur at tú kom at siga okkurt býtt. Tú viðgongur, at tú verður jaloux, um vinkona 1 er nógv saman við onkra aðrari. Tað skilji eg væl. Tú ynskir so nógv at vera saman við vinkonu 1, men tú sigur eisini, at tit ikki duga so væl at finna uppá saman. Eg haldi at tit, also tú og vinkona 1, kunna royna at fylgjast við vinkonu 2 og onkra aðrari. Kanska duga tær ordiliga væl at finna uppá okkurt stuttligt at gera. Nú veit eg jú ikki, hvar tú býrt og hvørjar møguleikar tit hava, tá ið tað kemur til frítíðarítriv. Kanska kunna tit allar fara ein túr, ella hvat við at svimja ella í biograf? Og í vetur kunnu tit hava bindiklubb. Men, tað stutta av tí langa er, at um tit hugsa og hugsa, um hvat tit kunnu gera saman og um tit eru góðar við hvørja aðra, ja so fara tit heilt sikkurt at hava tað stuttligt saman.
Alt tað besta
Tú & Eg Ráðgevingin