Ber tað til, at fara til lækna uttan at hava foreldrini við, og fáa tey innblandaði? Nú hugsi eg bara til generellar kanningar og samrøður. Eg tími ikki so væl at hava, serliga mammu við, tí hon skal altíð ganga og snúsa til ting, sum einki hava við hana at gera.

Góða genta

Takk fyri spurningin.

Tað stutta svarið er: Tað er møguligt, alt eftir hvørja støðu tú er í.

Sum útgangsstøði stendur í lógini at forledramynduleikin skal fráboðast. MEN, tað eru ymsar vegleiðingar til hasa lóggávuna, sum eisini eru galdandi í Føroyum. Sambært landslæknanum kunnu tað vera støður, har ein undir 18 ár kann missa møguleikan at sleppa til lækna, um foreldrini skulu vera við. Í stuttum merkir hetta at kommunulæknin kann meta um tína persónligu støðu, og síðan avgera um tú kann fara til lækna, uttan at foreldrini fáa tað at vita.

So tú kanst ringja til tín lækna fyri at kanna, um tú kanst fara til lækna uttan at tíni foreldur fáa fráboðan um tað.

Vinarliga,

Tú & Eg Ráðgevingin

Pápin og papp mamman skelda meg

Shálv skeða og sjálvmorstankar

Eg fari at drepa meg sjálva skjótt

Sjalvmordstankar, Parlag

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg