Góða tú, sum vilt vera tættari !
Takk fyri brævið!
Tit eru nógv systkin, og tú sigur, at hini fáa allan kærleikan. Tú spyrt, hvat tú kanst gera fyri at fáa kærleika frá foreldrunum? Mítt svar er: “ Einki “! Tú skalt einki gera fyri at fáa kærleika uppibornan frá foreldrunum, tí at tey eiga at elska teg, sum tann tú ert og ikki fyri tað tú gert.
Tað, ið tú kanst gera nú, er at siga við foreldrini, hvussu tú hevur tað – at tú kennir teg gloymda og óelskaða, og at tú saknar uppmerksomheit. Eisini kanst tú spyrja, um tit kunnu gera okkurt saman í vikuskiftunum. Um tú ikki vilt siga tað sjálv við foreldrini, kanst tosa við ein vaksnan, ið tú kennir og sum kennir tíni foreldur. Hesin kann síðan siga teimum, hvussu tú hevur tað. Ella tú kundi roynt at tosa við heilsusystrina í skúlanum, ið síðan kundi tosa við tíni foreldur.
Tú spyrt eisini, hvussu tú kanst gerast positivari? Fyrsta stigið má vera, at tú roynir at spyrja teg sjálva, hvat tað er sum ger, at tú ert negativ? Tað er ikki altíð so lætt at finna útav, men tú kundi roynt at skriva dagbók, tá tú ert í ringum lag. Hetta kann kanska hjálpa tær at finna útav hví tú ert í ringum lag. Tað kann eisini hjálpa at tosa við onnur um hví tú ert í ringum lag.
Tú ert altíð vælkomin at skriva aftur til okkara, og tú kanst eisini ringja á tlf 116 111 mánadagar og hósdagar kl 14-22, so at tú kanst tosa við ein ráðgeva um, hvussu tú hevur tað.
Blíðar heilsur,
Tú & Eg Ráðgevingin