Góða tú sum vilt hava hetta úr hjartanum!
Takk fyri bræv títt og positivu umtalu tína av ráðgevingini! Tað er gott at hoyra slíkt. Ja tað er ein góð kensla at kunna hjálpa fólki, um tað so bara er at lurta. Nógv hava so nógv upp á hjarta, at vandi er fyri, at tey gloyma at lurta. Tað skal vera javnvág í at geva og móttaka. Rokni við, at tú skilir. Øll hava onkuntíð brúk fyri at sleppa av við nakað. Samstundis, sum eg haldi tú ert ófør, at hava so nógv yvirskot at hjálpa øðrum, má eg siga við teg:”Ansa eisini eftir tær sjálvari, tínum kenslum og tínum hjarta”! Áðrenn ein veit av, kann ein gloyma seg sjálvan og at lurta eftir sær sjálvum. Tað kann verða ov nógv ein dag at hoyra um allar trupulleikarnir hjá øðrum, men annars enn einaferð, ófør ert tú. Tað er trupult at hava lítið sjálvsálit. Tað oyðileggur nógv. Um ein ikki klárar at loysa tað sjálvur, kann ein fara til ein serkønan og læra seg at fáa nøkur amboð at fáa sovorðnar negativar tankar burtur, sum sjálvsálit t.d er, soleiðis, at tá ein merkir, at nú eru teir strævnu tankarnir har, so skal ein hugsa seg um,hví var tað nú teir komu? Og hvussu kann eg gera fyri at fáa teir burtur aftur. Tú spyrst um, hvat krevst fyri at kunna ráðgeva øðrum. – Tú skalt umframt 10. flokk hava eina viðkomandi útbúgving, so sum lærari, pedagogur eisini kalla námsfrøðingur, heilsufrøðingur, sjúkrafrøðingur,lækni, sosialráðgevi, psykologur o.a útbúgvingar, sum hava tað at hjálpa børnum og ungum. Eg vil meta, at ein kann vera millum 20 og 25 ár, tá ein hevur fingið eina av teimum stytru útbúgvingunum, sum eru 3 ella 4 ár. Eisini er gott at hava arbeiðsroyndir við børnum og ungum aftrat.
Góða eydnu við øllum, harav tínari útbúgving, hvør hon so verður!
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin