Search
Close this search box.
Eg sakni so nógv at hava vinir, tó havi eg nakra fáar, men føli, at eg gott kundi brúkt nakrar orduligar góðar, sum eg eri eykað tætt at. Hvat skal eg gera?

Góða tú.

Takk fyri brævið.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum menniskju at hava vinir. Man sigur tó eisini, at tað er betur at hava fá góð vinfólk, enn at hava nógv vinfólk, sum man so kanska ikki er so tættur við. Tað hevur altso ikki nakran týdning, hvussu nógvar vinir man hevur, men tað sum hevur týdning er, at teir vinirnir man hevur, eru góður vinir. Sum tú sjálv orðar teg, so bendur alt á, at tú longu skilur tað 🙂

Sum vit skilja títt bræv, so hevur tú nakrar fáar vinkonur. Men tær eru ikki so tættar sum tú kundi hugsa tær? Kundi tú hugsa tær at fingið eitt tættari samband við tær tú longu hevur, ella vilt tú helst út at møta nýggjum vinum? Tað kanst tú kanska merkja eftir.

Nógv av okkum fáa vinir, tá ið vit eru børn, ung og tá vit íðka okkurt frítíðarítriv. Vit møtast í skúlanum, til ítrótt, til okkurt kreativt, o.s.fr. Men ikki øll vinabond halda alt lívið. Hetta kemst av, at vit broytast og mennast alt lívið. Tað er sera ymiskt hvussu vit varðveita og fáa nýggj vinabond. Nøkur, sum gjørdust vinir í fólkaskúlanum hava samband alt lívið, nøkur við teimum tey gingu á Miðnám saman við, og nøkur fáa nýggi vinabond á universitetinum, og varðveita hesi alt lívið. Vit velja flest øll ymiskar lívsleiðir, og hesar hava eisini sína ávirkan á vinabond.

Tað kann verða ringt at vinna tær nýggjar vinir, men tað ber væl til. Tað krevur, at tú setir teg í samband við onnur. Tað kann gott gerast umvegis internetið, og síðan kunnu tit hittast. Nú veit eg ikki, hvat tær dámar at gera ella hvat tú heldur er stuttligt at fáa dagin at ganga við. Men, eitt hugskot kundi veri at fara at ganga til okkurt frítíðarítriv? Nú veit eg ikki hvar tú býrt, men kvøldskúlin í nógvum bygdum og býum bjóða nógv kreativt og stuttligt. Tá ein íðkar okkurt, kemur ein saman við nógvum fólki við somu áhugamálum sum ein sjálvur.

Nú alt er nokkso lukka niður vegna Covid-19, men tú kundi brúkt hesa tíðina at hugsa um, hvat tú kundi hugsa tær og roynt at kanna, hvørji tilboð eru.

Tú kann eisini royna at fáa eitt tættari band við tær vinkonurnar tú hevur. Vita tær t.d. av at tú hevur tað so? Mín spurningur til tín er, hvat bjóðar tú inn við? Tá tú tosar við tær, kemur tú við onkrum hugskoti um hvat tit kunnu gera saman? er tú opin og torir tú at loyva teimum at læra teg at kenna? Her hugsi eg, at tað er gott at vit lata fólk sum eru tætt at okkum vita hvussu vit hava tað, fyri at fyribyrgja einsemi og loyva teimum at hjálpa okkum.

Vit vóna at tú kann brúka nakað av hesum. Tú er altíð vælkomin at skriva inn til okkum aftur, ella at ringja til 116 111. Um tú ringir kunnu vit fáa eitt deiligt prát sum kanska hevði hjálpt tær betur.

Alt tað besta,

Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…