Hey
Tað kann vera so strævið at verða forelskað – man skal allatíðina royna at finna út av hvat hin heldur. Men tað er eisini deiligt. Sjeikurin hjá tær kann ikki vita at tú vilt mussast um tú ikki sigur tað við hann. Tað kundi hugsast at hann eisini hevði hug at mussast. J
Eg verið so forvitin at vita hvussu tit ganga saman tá tit ikki halda í hond ella mussast. Eisini hugsi eg um hvussu gamal hann er, tí dreingir búnast ofta seinni enn gentur og tað kann væl verða at hann ikki er klárur til at mussast og klemmast enn. L
Tá tú spyr um, hvussu tú skal spyrja hann, er nemmasta svarið at tú skal bara spyrja um hann vil hava ein muss. Men um tú heldur tað er so ringt, kundi tú roynt at skriva tað til hann, fotel hvat tú hugsar. Tú skrivar at hann er verðins fittasti sjeikur, so tað besta sum kundi hjá tær er – um tú torir at spyrja hann – at tú hevði fingi ein muss. xxx
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin