Search
Close this search box.
Hey ! eg haldi at míni foreldur forvænta at eg eri perfekt. eg drekki ikki, royki ikki, havi ongar piercingar, ongi hysterisk flipp(sjálvt um eg summar tíðir havi so nógv brúk fyri tí) og eg banni aldrin. Men onkuntíð havi eg brúk fyri onkrum av hesum. Eg vil fegin drekka, júst sum mínir vinir. Eg vil fegin hava ein piercing, tí eg havi tí klædnatypuna, og mær dámar tað væl. eg havi eisini ooooofta hug at flippa út inná tey ella vera ill ella kedd, men tey loyva hesum ikki, men flippa út í staðin. tað nyttar ikki at tosa við tey um beslutningar, men tey takað teir fyri meg í staðin. eg føli tað soleiðis at eg ikki ordiliga sleppi at vera ung og royna meg… og tað er keðiligt! men tey skilja tað ikki heilt. hvat skal eg gera ? veit at eg eri ung enn, men sjálv haldi eg at eg eri búgvin og eg síggi ikki nakað galið við at tey lova mær at liva eitt sindur av tí “villa” lívinum  

Góða tú
Fyrst vil eg biðja teg orsaka, at tú hevur bíðað so leingi eftir at fáa svar. Vit royna altíð at svara øllum brøvum innan rímiliga tíð, men tíverri ber hetta ikki altíð til.

Eg skilji væl at tú fegin vilt sleppa at royna tað ”villa” lívið og at tú heldur, at tíni foreldur eru strævin tí tey kanska forða tær í hesum. MEN, tíni foreldur eru nú einaferð tíni foreldur. Tað eru tey, ið hava ábyrgdina av tær og tínum uppvøkstri, og tey skulu verja teg og læra teg at ansa eftir tær sjálvari, so tú kemur trygt og gott upp gjøgnum tannárini og inn í vaksna lívið. Foreldur kunna vera so forbankað irriterandi og til tíðir virka fullkomiliga ómøgulig at hava við at gera og tað kann gott vera, at tíni foreldur eru mega órímilig og burdu ”tikið seg saman” og ”slækka á” og lova tær meira av tí, sum tú ikki sleppur. Men tíni foreldur hava neyvan sett sær fyri at vera droy og keðilig ímóti tær, fyri at tú skalt fáa tað ringt, og tey hugsa ikki: ”hey, komið vit og latið vera við at lova okkara dóttir nakað sum helst, so hon fær tað ordiliga rotið í lívinum!” – tey gera sum tey gera eftir bestu sannføring, og tær avgerðir, ið tey taka, eru fyri at verja teg og forða fyri, at tú kemur tær út í óføri.

At siga nei við síni børn kann vera nakað av tí ringasta sum er hjá foreldrum, tí tað elvir ofta til grát, ósemjur og ta ringastu ónøgd, og ofta gongur long tíð, áðrenn børnini ”fyrigeva” sínum foreldrum. Og tí er tað eisini alt ov nógv foreldur, ið heldur velja at siga ”ja” til síni børn, fyri at sleppa undan  samanstoytinum og at síggja síni børn ólukkulig og kedd. Tíni foreldur vænta ikki at tú er ”perfekt” – tað er jú eingin. Men tíni foreldur hava nakrar meiningar um, hvussu tín atburður skal vera og ikki vera. Og hesar meiningar hanga saman við, hvørji teirra lívsvirðir eru. Og júst her kundi tú spurt tey, um ikki tit kundu tikið eitt prát um, hvussu tey fegin vilja hava, at tú skalt vera og ikki vera og at tú følir, at tú ikki fært ”luft” tí tú heldur, at tey vilja hava teg at vera ”perfekt”. Um tú vilt banna, roykja, drekka og fáa tær onkra piercing, so kanst tú sum so bara gera tað og vita hvat hendir.

Eg vænti ikki tíni foreldur vera minni góð við teg av teirri grund. Men sigarettir, alkohol, piercing og ”tað villa lívið” fer ongan veg. Og tú missir einki við at vera eitt sindur afturhaldandi á hesum økinum, og hvat er galið við at vera saman við tínum vinum uttan at drekka? Eg veit enn ikki um nakran, ið hevur tikið skaða av at bíða við at drekka, men eg veit um fleiri, ið eru komin rættiliga lort í býin, tí tey ery byrjað ov tíðliga. Heldur enn at fokusera so nógv uppá alt tað, sum tú ikki  sleppur fyri tínum foreldrum, so kundi tú fokusera meira uppá ting ið tínum lívi, sum tú ert nøgd við og sum gera teg glaða og so roynt at fingið meira av hesum. Tú kundi eitt nú tekna niður á eitt pappír eina sól við eini 8 til 10 strálum og tað skal vera rímiliga breitt millum tær. Síðan skrivar tú ”eitt gott lív” inni í sjálvari sólini og millum strálirnar skrivar tú tey ting og alt tað, ið tú vilt hava í lívinum, fyri at tú skalt hava tað gott.

Eg veit tað kann virka gamalsligt av mær at siga tað, men nógv av tí, ið tú heldur vera órímiligt og ikki skilir við tínum foreldrum í dag, fert tú kanska at skilja betur, tá ið tú sjálv verður vaksin um nøkur ár. So royn og gev tol. Tað villa lívið er ikki altíð tað góða lívið, og tú skuldi helst fingið mest av tí síðsta.

Kærar heilsur
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…