Search
Close this search box.
Skúlin er liðugur, einki arbeiði og foreldurini vilja ikki stuðla einum, hvat skal ein gera ??  

Hey og takk fyri brævið!
Um ein ikki hevur eina ætlan, tá skúlin er liðugur, kann vera ringt at finna útav, hvat ein so skal gera. Summi hava nærum altíð vitað, hvat tey vildu gera, tá tey blivu vaksin, t.d hárfríðkanari ella løgreglufólk. Onnur hava ikki avgjørt hvat tey skulu gera, ella eru ikki vís í, hvat tey hava hug til.   Tá kann ein seta seg niður og hugsa seg um. Tú kanst skriva niður, hvat tú dugir væl og hvat tú dugir minni væl. Hvat tú kundi hugsað  tær at arbeitt við og hvat tú slettis ikki hevði tímað. Tað er ein heimasíða, ið eitur, www.hvadkanjegblive.dk, har kanst tú møguliga finna íblástur til víðari lesnað ella arbeiði. Um tú helst vil hava eitt arbeiði beinanvegin, so er at fara ígongd við at søkja. Á heimasíðuni www.als.fo, er ein leinkja ið eitur Arbeiðsávísingin, og har skalt tú klikka á Arbeiðssøkjandi, so fær tú nøkur góð ráð um at søkja arbeiði. Á www.starv.fo verða arbeiði lýst leys, og har kanst tú møguliga finna eitt arbeiði. Tú kanst eisini fáa eina samrøðu við ungdómsráðgevan, ið arbeiðir hjá ALS. Hon kann helst ráðgeva tær í, hvat tú kanst fara í gongd við.

Tað er sjálvandi ógvuliga keðiligt, at tíni foreldur ikki stuðla tær. Er nakar annar vaksin, sum tær dámar og sum tú kundi deilt tínar tankar við? Møguliga er stuðul at fáa onkra aðrastaðni frá. Um tú finnir útav, hvat tú hevur hug til og vilt, kanst tú royna at fortelja tínum foreldrum um hettar og siga við tey, at tú hevur brúk fyri teirra stuðli.

Vinarliga heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…