Spurnarkassin: Genta, 19 ár spyr
WTF
Spurningur:
Hey! Eg var og ballaðist nu i vikuskiftinum..Eg var so plørandi skít og segdi eg at eg hevdi so ilt í høvdinum.So kom ein og gav mær eina tablett Hon líktist "pencilin" men hatta plastiki, sum er uttan á, sum heldur alt inni í, tad var klárt á hesari, sum eg fekk.. Eg sá pulvuri innií henni.. Pulviri var Skríggjandi gult og so aftana ein hálvan tíma Ca. bleyv eg so Fuckadur upp av tí at eg leyp á minar vinnmen og ja..totally gone.. Veist tu møguliga, hvat hetta kann hava veri sum eg fekk?? Takk..
Svar:
Hey WTF!
Eg havi kannað, hvat tað kann hava verið fyri tablett, ið tú hevur tikið seinasta vikuskifti, og tað, sum er mest sannlíkt, er at tað er eitt slag av heilivági, ið eitur ritalin, ið verður givið fólki, ið hava ADHD ogella Narkolepsi, t.e. at tann, ið hevur tað sovnar fleiri ferðir uttan ávaring gjøgnum allan dagin. Til tað fyrra verður retalin givið fyri at sissast, men fyri tað seinna skal tað virka uppkvikkandi. Fyri onnur, sum ikki hava hesar trupulleikar, kann virkningurin av tablettini gera stóran skaða, tá organisman ikki hevur brúk fyri hesum evni. Í tablettini er eitt evni í, ið kallast amfetamin, sum eisini verður rópt speed. Avleiðingar av tí kunnu vera, at tú fært ilt í kroppin, ov høgt blóðtrýst, og sálarliga kanst tú verða ágangandi ella mótleysur. Samanumtikið er als ikki ráðiligt at taka rúsandi evni yvirhøvur, tí tey fara inn í okkara heila og broyta alt. Nógv broytas til tað verra sum menniskju, og fáa varandi sálarlig mein. Um tú hevur havt ella hevur áhuga fyri kemi, so veitst tú, hvussu kemisk evni virka. Tað er haraftrat sera vandamikið at taka heilivág, sum verður bjóðað einum, um ein ikki veit við vissu, hvat slag talan er um. Og til seinast vil eg mæla tær til at fara á apotekið og taka tær m.a bóklingin til ung, sum eitur: Hent at vita um rúsevni. Eisini kanst tú lesa meira um rúsevnir og heilivág, og hvussu tey virka, á internetinum. Tú ert altíð vælkomin at ringja ella kjatta við okkum her.
Ansa væl eftir tær!
Vinarliga Tú & Eg Ráðgevingin