Eg eiti XXX og eri 9 ár og í klassanum hjá mær er tað ongin sum tímur at sita við síðuna av mær

Góða XXX
Takk fyri brævið. Tú ert røsk, at tú skrivar til okkum um tín trupulleika í skúlanum.
Tað er ikki stuttligt hjá tær altíð at sita einsamøll í skúlanum. Tað verður man sjálvandi keddur um. Hevur tú tosað við ein lærara um hetta, so tit saman kunnu finna eina loysn? Um tað ikki nyttar nakað, kanst tú tosa við foreldrini hjá tær, og so kunnu tey tosa við læraran.

Vóni at tú kanst brúka hesi ráðini, tú kanst eisini skriva til okkum aftur ella ringja til Tú & Eg Ráðgevingina.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin.

Ótti, Sjálvmorðstankar, Tunglyndi

Eg klári ikki at leggja av við at snúsa

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt