Search
Close this search box.
Hey, hendan síðan er eitt fantastiskt projekt, men fyri mítt viðkomandi skuldi hon verið komin fyrr. Trupulleikin er, at hon vendir sær bert til tannáringar, tí fólk sum eru komin ígjøgnum tannárini kunnu eisini hava trupulleikar at dragast við av øðrum slag, sum enntá kunnu vera álvarsamari. Hetta kann til dømis vera at man ikki megnar tað ábyrdina sum man hevur fingið uppá herðanar, samstundis sum man skal stríðast við tilveruspurningar. Mín spurningur er hvønn man skal venda sær til um man er yvir 18?

Orsaka longu svartíðina!
Tað er gott at tær dámar síðuna. At hon skuldi verið komin fyrr kunnu vit bert vera samd við tær í.
Síðan er til børn og ung og hevur sum so einki aldursmark, so tú hevur eisini møguleika fyri at venda tær til okkum. Tú kanst eisini fara til tín kommunulækna, sum so kann vísa tær víðari til professionella hjálp til dømis frá einum sálarfrøðingi, um tú hevur tørv á tí. Tú ert eisini vælkomin at ringja til ráðgevingina ella kjatta við okkum, so kunnu vit betur siga tær hvønn ella hvar tú kanst venda tær til. Tað kann vera at okkurt ráðgevingartilboð er í Danmark sum tú kundi havt gleði av.

Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin

Eri eg ov gamal?

Beiggji mín

Eg havi brúk fyri hjalp

Eg

vinkonan

Barnarættindi

Ólógligt

Svara skjótt

Eg vil til lækna

Heta er mít lív…