á tú ert 15 ár er tað ikki sikkurt at tú ert liðug at vaksa og at búnast. Men tá tú vigar 80 kilo er tað í meira lagi. Tað er ringt at svara um tú ert yvirvektig, tá vit ikki síggja teg, men tú kanst sammeta teg við familjuna hjá tær. Hvussu eru tey? Eru tey eisini kraftig, eru tey long og stendur tú í vøkstri enn?
Tað besta ráðið eg kann geva tær er, at tú tosar við heilsusystrina á skúlanum ella við læknan hjá tær. Tey kunnu fortelja tær hvat tú eigur at viga, og hjálpa tær um tú hevur hevur hug at tapa teg.
Vinarliga
Tú & Eg Ráðgevingin