Góða genta, tú skrivar um sjeikin hjá tær, sum hevur stórar trupulleikar av misbrúki av mati og fyri ein part alkoholi. Eri samd við tær í , at honum tørvar professionella hjálp nú, og at hann eigur at fara til sín lækna. Misbrúk heldur oftast áfram og kann versna , um eingin roynir at steðga tí. Tað nyttar ikki at tvinga hann, hann má sjálvur ynskja eina broyting og vera motiveraður at gera nakað við tað.Tú kundi ávirka hann við at tosa um tykkara framtíð saman, at bæði fáa ein útbúgving og so gott arbeiði og eitt heim, hettar krevur góða heilsu, t.v.s. normala vekt og vanlig ella ongin alkohol nýtsla. Rósa honum fyri at hann sær gott út við normala vekt og edrúur, so ert tú stoltur av honum. Bjóða tær eisini til at fara við honum til læknan , so tú kanst stuðla honum sum best, t.d. hava skrivað nakrar spurningar niður, sum tit vilja spyrja læknan.
Drongurin hjá tær eigur eisini at kannast medisinsk , 50 kg ov nógv er ógvusligt, og so hansara skiftandi sinnalag. Ein má útihýsa stofskiftis sjúku og annað.
Annað tit kunnu gera at hjálpa uppá støðuna er at vera meira aktiv, hann gongur arbeiðsleysur, bíðar kanska eftir tær, sum helst gongur i skúla. Hann eigur at íðka onkran ítrótt dagliga, tað kann eisini vera at renna ella ganga ein langan túr saman. Gott er um hann hevur onkra hobby ella áhugamál at arbeiða við , so verður ein meira nøgdur og i betri lag. Og sjálvandi mugu tit bæði hjálpa til heima, so verða øll glaðari.
At enda, ein broyting í lívinum kann eingin geva einum, tað má ein sjálvur stríðast fyri, men hini sum t.d. læknin og tú kunnu hjálpa, so góða eydnu!
Heilsan
Tú & Eg Ráðgevingin